Á aðalfundinum hjá LGBT+ Føroyum bleiv Miðlavirðislønin hjá LGBT+ Føroyum latin @fimffestival
Um grundgevingina varð sagt soleiðis:
“Tit hava í nógv ár varpað ljós á avbjóðingarnar og manglandi rættindi hjá LGBT+’arum eins og øðrum minnilutum. Hóast nógvan mótgang so gevast tit ikki við tykkara arbeiði, heldur vísa tit á týdningin av tí, sum tit gera. Tykkara tiltøk fevna breitt, bæði í evnum og skapi, og tað merkist, at tit brenna fyri, at øll skulu kenna seg væl til hesi tiltøkini.
Tykkara filmfestivalur og øll hini tiltøkini, sum tit skipa fyri gjøgnum árið, lýsa støðuna í Føroyum eins og í øðrum londum. Tiltøkini eru eisini ein týðandi partur av at upplýsa føroyingar og geva minnilutum onkran at spegla sær í. Tit loyva okkum gjøgnum film og list annars at síggja fólk, sum eru sum vit, sum annars ofta ikki eru umboðaði, og tað kann ikki lýsast við orðum, hvussu stóran týdning tað hevur.”
Dan Helgi í Gong frá FIMFF tók ímóti virðislønini.

