LGBT+-ráðgevingin

Vend tær til LGBT+-ráðgevingina

Eg eri tvíkynd/ur ella kanska samkynd/ur?
Hvussu skal eg fortelja tað fyri mammu?
Hvat fara tey í skúlanum at siga?
Nær skal eg siga tað?
Eri eg veruliga ein av “teimum”?
Má eg so flyta av landinum?

Vælkomin til ráðgevingarsíðuna hjá LGBT Føroyar. Her kunnu einstaklingar, ið hava tørv á hjálp ella einum práti venda sær til ráðgevingina hjá LGBT+ Føroyum.

Tað at spretta, er fyri summi – kanska tey flestu – sera trupult. Tað er ein tilgongd, ið øll samkynd, tvíkynd og tvørkynd hava merkt og merkja á ein ella annan hátt. Tí eru vit altíð klár at hjálpa tær! Tú verður tó kanska bilsin av, hvussu lætt tað kann vera at spretta í dagsins Føroyum.

Vit hava fleiri ráðgevar, sum tú kanst venda tær til við tínum trupulleikum. Okkara ráðgevarar vita, hvat tað snýr seg um, tá man stendur í støðuni at skula spretta, og vita eina rúgvu um onnur atknýtt viðurskifti, sum eru viðkomandi hjá fólki, sum hava ein kynsligan samleika, ið er ørðvísi.

Okkara ráðgevar hava roynt nógv av tí sama sum tú, og vita tí væl hvat tað er, ið tú fert ígjøgnum. Trupulleikar við familju, vinum, skúlafeløgum, átrúnaði, fordómum, happing, avbjóðingin við at spretta osv. Vit vilja gjarna stuðla tær í tínari støðu, og veita tær góð ráð.

Øll ráðgeving verður gjørd í trúnaðin, og tú nýtist ikki at upplýsa hvør tú ert.

Venda tær til okkara á, við at trýsta á LGBT+ RÁÐGEVINGIN knøttin niðast á síðuni, ella skriva til lgbt@lgbt.fo, og fá eitt prát við fólk sum kunnu fyrihalda seg til tína støðu, tínar kenslur og trupulleikar, og vilja stuðla tær 100%.

Vit veita eisini ráðgeving og upplýsing til avvarðandi og áhugaðar myndugleikar, ið vara av føroyskum samkyndum, tvíkyndum og tvørkynd.

Gigni

Eisini ber til at venda sær til Gigni, sum hevur nógvar skilagóðar heilsufrøðingar, ið fegin vilja vegleiða teg nærri um kynslív, at spretta og at vera sam-, tví- ella tvørkyndur í dagsins Føroyum.

Tú & Eg

Barnabati hevur eisini eina ráðgeving til ung, sum tey rópa Tú & eg-ráðgevingin. Um tú ynskir at tosa við Tú & eg-ráðgevingina, kanst tú ringja 116 111 allar dagar millum 18 og 22.

“Kroppur, kenslur og kynslív”

Henda bókin er eitt hent amboð hjá øllum ungum føroyingum, ið ynskja at læra meira um seg sjálvan, sína sannføring, sín samleika ella hana hjá sínum vinum.

“Ver tú!”

Henda bókin er eitt hent amboð og vegleiðing til børn og ung um kynsfatan, kærleika og familju.

Shopping Cart
Scroll to Top
LGBT+ Føroyar
Privacy Overview

This website uses cookies so that we can provide you with the best user experience possible. Cookie information is stored in your browser and performs functions such as recognising you when you return to our website and helping our team to understand which sections of the website you find most interesting and useful. You can see our privacy policy here.