LGBT+ Føroyar

Stovnandi aðalfundur 1. juni 2011

LGBT+ Føroyar er ein felagsskapur til frama fyri samkynd, tvíkynd og tvørkynd+ í Føroyum.

Endamálið við rørsluni er at økja um trivnaðin hjá kynsligu minnilutunum í samfelagnum, umframt at betra um rættindini og arbeiða fram ímóti fullari javnstøðu í øllum viðurskiftum samfelagsins, m.a. við kunning og sum heild at gerast sjónligari. 

Bókstavirnir LGBT standa fyri “Lesbians, Gays, Bisexual, Transgender” – á føroyskum samkynd, tvíkynd og tvørkynd. Hetta er ein nógv brúkt altjóða stytting fyri felagsskapir eins og okkara.

LGBT+ Føroyar er ein sjálvstøðugur felagsskapur og hevur einki beinleiðis tilknýti til nakað aðra rørslu ella felag í Føroyum ella uttanlands.

Nevndin

Nevndin í LGBT+ Føroyum er skipað við nevndarlimum og eykanevndarlimum. Tú sært nevndarlimirnar her.

Gerst ælabogavinur

Suðla arbeiðinum hjá LGBT+ Føroyum: Gerst ælabogavinur! Øll, sum stuðla endamálinum hjá felagsskapinum, kunnu vera ælabogavinir.

Les um viðtøkur felagins her.

Shopping Cart
Scroll to Top
LGBT+ Føroyar
Privacy Overview

This website uses cookies so that we can provide you with the best user experience possible. Cookie information is stored in your browser and performs functions such as recognising you when you return to our website and helping our team to understand which sections of the website you find most interesting and useful. You can see our privacy policy here.