28.12.2022 hevði LGBT+ Føroyar aðalfund og veitslu. Á veitsluni varð LGBT+ Miðlaheiðurslønin latin Gentuvesinum.
Grundgevingin fyri at lata heiðurslønina til Gentuvesið er hendan:
“Tit seta lit á Kringvarpið – tað lýsir av tykkum og hoyrist so væl, at tit brenna fyri tí tit gera. Tit gera stóran mun, tí loyvt er at spyrja um alt og loyvt er at tosa um alt. Júst tað er so týndingarmikið!
Tykkara val av gestavertum er eisini fjølbroytt og er við til at lýsa, hvussu ymisk vit eru, og at tað er ok! Vit føla okkum bæði hoyrd og sædd í tykkara sending og vilja fegin takka tykkum fyri opinleikan, og fyri at tit geva rúm og rødd til fjølbroytni og ymiskleikan.”
Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og Annika Dalsgaard, vertir á Gentuvesinu vóru og tóku ímóti virðislønini og takkaðu fyri heiðurin🏳️🌈

