Bjørt Lind (2025)

Á Faroe Pride 2025 varð LGBT+-virðislønin handað. Tað var Bjørt Lind, sálarfrøðingur, sum fekk virðislønina hetta árið. Í grundgevingini stendur:

Tú hevur í mong ár arbeitt fyri betri umstøðum og rættindum til LGBT+’arar – serliga tvørkynd – bæði sum persónur og í tínum yrki.

Við tínum arbeiði hevur tú skapt rúm, har tvørkynd kunnu kenna seg trygg og frí – eitt stað at vera tey sjálv uttan fordøming, og har tey fáa hjálp til at finna út av sínum samleika og øllum tí, sum tað hevur við sær.

Tú ert altíð til at heita á og altíð til reiðar at tala fyri sakini – tú ert ein rødd, sum støðugt talar og stríðist fyri rættvísi. Títt dirvi og títt støðufesti hevur verið við til at flyta Føroyar og hevur hjálpt nógvum LGBT+’arum.

Tú arbeiðir altíð intersektionelt við einum opnum sinni og vitan um, hvussu tað ávirkar fólk ikki at vera góðtikin av samfelagnum. Har tú ert, vita LGBT+’arar, at tey eru vælkomin og kunnu kenna seg heima. Hetta hevur ómetaliga stóran týdning.

Títt arbeiði hevur ikki bara broytt lív – tað hevur eisini verið við til at skapa broytingar í mannagongdum og í samfelagnum.

Shopping Cart
Scroll to Top
LGBT+ Føroyar
Privacy Overview

This website uses cookies so that we can provide you with the best user experience possible. Cookie information is stored in your browser and performs functions such as recognising you when you return to our website and helping our team to understand which sections of the website you find most interesting and useful. You can see our privacy policy here.