19. januar 2012 verður frumsýning av nýggja filminum um J. Edgar Hoover, sála, í Havnar Bio. Filmurin fer at lýsa lívið hjá einum av mest valdsmiklu fólkunum í amerikanskari søgu.
Sum stjóri fyri FBI í næstan 50 ár, kendi hann til flestu loynidómarnar hjá øðrum valdsmiklum amerikumonnum. Hesa vitan brúkti hann til at varðveita sítt egna vald. Hinvegin kendi amerikanska mafian loynidómar hjá Hoover, og hetta viðførdi, at FBI ikki altíð gjørdi nokk at steðga virkseminum hjá mafiuni.
Loynidómarnir hjá J. Edgar Hoover vóru m.a., at hann var samkyndur og at hann hevði eitt lívslangt forhold við varastjóran í FBI, Clyde Tolson. Hvørgin vildi nakrantíð viðurkenna paralagið, men teir búðu saman líka frá ungum árum, og Tolson arvaði allar ognirnar hjá Hoover eftir deyða hansara í 1972. Tað mest syrgiliga fyri LGBT samfelagið er, at Hoover brúkti nógv orka og tíð hjá FBI at jagstra onnur samkynd og ákærda tey fyri landasvik og/ella at vera kommunistar. Soleiðis er J. Edgar Hoover ein av størstu anti-hetjunum í LGBT søguni.
Clint Eastwood hevur gjørt filmin og Leonardo DiCaprio, Naomi Watts og Judi Dench spæla høvuðsleiklutirnar.
Sí lýsing fyri filmin her.

