Nýggjur filmur um valdsmikla og samkynda FBI stjóran, J. Edgar Hoover

19. januar 2012 verður frumsýning av nýggja filminum um J. Edgar Hoover, sála, í Havnar Bio. Filmurin fer at lýsa lívið hjá einum av mest valdsmiklu fólkunum í amerikanskari søgu.

Sum stjóri fyri FBI í næstan 50 ár, kendi hann til flestu loynidómarnar hjá øðrum valdsmiklum amerikumonnum. Hesa vitan brúkti hann til at varðveita sítt egna vald. Hinvegin kendi amerikanska mafian loynidómar hjá Hoover, og hetta viðførdi, at FBI ikki altíð gjørdi nokk at steðga virkseminum hjá mafiuni.

Loynidómarnir hjá J. Edgar Hoover vóru m.a., at hann var samkyndur og at hann hevði eitt lívslangt forhold við varastjóran í FBI, Clyde Tolson. Hvørgin vildi nakrantíð viðurkenna paralagið, men teir búðu saman líka frá ungum árum, og Tolson  arvaði allar ognirnar hjá Hoover eftir deyða hansara í 1972. Tað mest syrgiliga fyri LGBT samfelagið er, at Hoover brúkti nógv orka og tíð hjá FBI at jagstra onnur samkynd og ákærda tey fyri landasvik og/ella at vera kommunistar. Soleiðis er J. Edgar Hoover ein av størstu anti-hetjunum í LGBT søguni.

Clint Eastwood hevur gjørt filmin og Leonardo DiCaprio, Naomi Watts og Judi Dench spæla høvuðsleiklutirnar.

Sí lýsing fyri filmin her.

Shopping Cart
Scroll to Top

Discover more from LGBT+ Føroyar

Subscribe now to keep reading and get access to the full archive.

Continue reading

LGBT+ Føroyar
Farspor

Hendan heimasíðan brúkar farspor, so tín uppliving á heimasíðuni er so góð sum møguligt. Farsporsupplýsingar verða goymdar í netkaganum og kunnu brúkast til at kenna teg aftur, tá ið tú vitjar síðuna næstu ferð, og til at kanna, hvønn part av heimasíðuni tær dámar best. Les privatlívspolitikkin her.