Vit eru her!

Vit eru tín sonur og tín dóttir. Vit eru tín beiggi og tín systir. Vit eru tín faðir og tín móðir. Vit eru títt ommubarn og títt abbabarn. Vit eru títt systkinabarn og tín vinur. Vit eru tín granni og tín starvsfelagi. Vit eru føroyingar. Vit eru samkynd, tvíkynd og transpersónar.

Eins og tú og allir aðrir føroyingar spæla vit ein virknan og gevandi leiklut í føroyska samfelagnum. Dagliga royna vit – eins og tú – at gera Føroyar til eitt enn betri og tollynt samfelag, har vit øll kunnu liva og virka, sum vit veruliga eru.

Vit eru føroyingar, ið elska aðrar føroyingar og Føroyar – og tí fara vit altíð at vera her!

Shopping Cart
Scroll to Top
LGBT+ Føroyar
Farspor

Hendan heimasíðan brúkar farspor, so tín uppliving á heimasíðuni er so góð sum møguligt. Farsporsupplýsingar verða goymdar í netkaganum og kunnu brúkast til at kenna teg aftur, tá ið tú vitjar síðuna næstu ferð, og til at kanna, hvønn part av heimasíðuni tær dámar best. Les privatlívspolitikkin her.