Rættindi

Tíðirnar eru broyttar í Føroyum, vit eru farin frá at vera ein ósjónligur og nógv óttaður minnilutabólkur, sum alt ov ofta varð noyddur at liva í útlegd, til at vera ein sjónligur og virkin viðspælari í føroyska samfelagnum.

Hetta merkir tó ikki, at vit í dag eru javnsett við hinskynd í Føroyum. Tað er langt frá. Tí mugu vit áhaldandi krevja okkara mannarættindi og okkara rætt sum føroyingar. Ferðin verður lang, men eina ferð koma vit á mál.

Vunnin rættindi

Samkyndleiki er ikki longur ólógligur (1933)

Í 1933 verður lógin broytt soleiðis, at tað ikki longur er ólógligt at vera samkyndur í Danmark. Lógin kemur samstundis í gildi í Føroyum. Aldursmarkið verður sett til 21 ár

Samkyndleiki er ikki ein sinnissjúka (1981)

Í 1981 verður samkyndleiki alment strikað, sum ein sinnissjúka í Danmark og somuleiðis í Føroyum. WHO, heilsustovnurin hjá ST, tekur somu avgerð í 1991.

Aldursmarkið verður javnstillað við hinskyndum (1988)

Høga aldursmarkið fyri kynsligt samband millum fólk av sama kyn verður lækkað frá 21 ár til 15 ár í 1988, og er tí í dag tað sama sum hjá hinskyndum.

Ikki loyvt at niðurgera ella hótta fólk vegna kynsliga sannføring (2006)

Eftir at hava verið og vent í Løgtinginum fyri triðju ferð, verður §266b endaliga broytt í 2006 soleiðis, at kynslig sannføring (seksuel orientering) eisini verður nevnt í lógini, ið skal forða slíkum “hatespeech” í Føroyum.

Samkynd eisini fevnd av pensjón- og lívstryggingarlóggávu (2010)

Nýggj tryggingarlóggáva, sum kemur í gildi í 2010, ber so í bandi, at fólk, ið hava livað í “hjúnabandslíknandi støðu í meira enn tvey ár” verða mett sum maki hjá tryggingartakaranum. Soleiðis kunnu samkynd eisini arva pensjón og lívstrygging hjá hvør øðrum, um annar parturin doyr.

Tvørkyndleiki er ikki longur ein sinnissjúka (2017)

1. januar 2017 varð tvørkyndleiki alment strikaður sum ein sálarligsjúka í danska heilsuverkinum. Føroyska og grønlendska heilsuverkið fylgja vanliga øllum tilmælum frá tí danska. Danmark er fyrsta landið í heimunum, ið avgerð, at tað ikki longur ynskir at lýsa tvørkynd sum sinnissjúk. WHO, heilsustovnurin hjá ST, tók somu avgerð sum danir í 2019.

Samkyndleiki ella homosekualitetur varð somuleiðis mettur at vera ein sálarsjúka, ið kundi lekjast fram til 1981 í Føroyum og restini av danska kongaríknum. Meðan WHO ikki strikaði samkyndleika sum eina sinnissjúku fyrr enn í 1991.

Samkynd kunnu nú gifta seg borgarliga (2017)

30. mai 2017 viðtók Føroya Løgting langt um leingi at broyta føroysku hjúnabandslógina, so samkynd pør eisini kunnu gifta seg borgarliga. 18 atkvøður fyri og 14 ímóti. Øll samgongan hjá Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn, eins og Edmund Joesen úr Sambandsflokkinum atkvøddu øll fyri lógarbroytingini. Magni Laksafoss úr Sambandsflokkinum, sum atkvøddi fyri uppskotinum undir 2. viðgerð, var uttanlands til 3. viðgerð.

Tað stendur nú føroysku Fólkakirkjuni samstundis frítt um tey ynskja at vælsigna samkynd hjún, ið eru borgarliga gift. Men hetta kann ikki gerast fyrr enn kirkjan sjálv avgerð um ynskir ella ei at gera eitt hóskandi ritual fyri samkynd pør, eins og tey longu hava fyri hinskynd pør.

Samkynd kunnu ættleiða (2018)

Tá samkynd pør fingu loyvi at gifta seg sum hjún, so fingu hesu somu samkyndu hjún loyvi at ættleiða børn á jøvnum føti við hinskynd pør. Í 2018 fingu hinskynd og samkynd pør loyvi at ættleiða sum bæði gift og ógift pør. Samkynd pør kunnu eisini vera fosturforeldur í Føroyum.

Ókeypis HPV-koppsetingin til bæði gentur og drongir (2019)

HPV-koppsetingin til gentur, sum er at fyribyrgja lívmóðurhálskrabba hjá kvinnum, fyribyrgir eisini munnholukrabbamein, analkrabbamein og peniskrabbamein. Henda koppseting var í fleiri ár ókeypis fyri gentur, men ikki drongir í Føroyum.

Føroyum og í Danmark er ætlanin, at menn verða vardir við, at tær kvinnurnar, teir hava kynsligasamvera við eru longu koppsettar, og sostatt ikki smitta teir við HPV. Samkyndir menn, tvíkyndir menn og menn, ið hava sex við øðrum monnum, verða tí ikki vardir á sama hátt, um teir ikki eru koppsettir.

Tí kunngjørdi landsstýriðskvinnan Sirið Stenberg í 2019, at tilboðið um ókeypis HPV-koppseting eisini verður veitt til dreingir í aldrinum 12-17 ár.  Løgtingið hevur samtykt at játta pening til at víðka tilboðið í Føroyum, so mismunur ikki longur verður gjørdur á kyni, kynsligari sannføring og/ella kynsligum samleika á hesum økinum í Føroyum.

Ávísir samkyndir menn kunnu lata blóð (2020)

Lívslanga bannið hjá samkyndum monnum at lata blóð í Føroyum varð avtikið í 2020, eftir at danska heilsuverkið avgjørdi at gera tað sama. Men hetta er einans galdandi fyri menn, sum ikki hava havt kynsligt samband við aðrar menn síðstu 6 mánaðarnar. Í Danmark er sóttarhaldið 4 mánaðir og í Bretlandi er tað bara 3 mánaðar. 

Sammøður og samkynd pør, sum ættleiða, eru nú eisini fevnd av barsilskipanin (2022)

Tað var enn eitt hart stríð, tá lógaruppskotið um sammóður varð viðgjørt í Føroya Løgtingi. Stríðið gjørdist so stórt, at tað skapti álvarsligar trupulleikar í táverandi samgongu og serliga innanhýsis í Fólkaflokkinum. Landsstýrisfólkini Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og Jacob Vestergaard fóru úr landsstýrinum í sambandi við royndina at steðga málinum. Kortini varð uppskotið endaliga samtykt 20. desember 2021 við 18 atkvøðum fyri, 13 ímóti og einari blankari. Lógin kom í gildi 1. januar 2022.

Aftaná at málið kom í gildi, vóru framvegis ymisk ivamál hjá um hvussu børn at sammøðrum skuldu skrásetast í Fólkayvirlitinum og í kirkjubókunum. Hetta varð loyst í desember 2022, tá Bjarni Kárason Petersen, nýggjur landsstýrismaður í lógar- og innlendismálum, gav fólkakirkjuni boð um, at sammøður, sum eru rættarlig foreldur, kunnu geva børnum sínum sítt eftirnavn.

LGBTarar eisini fevnd av hatecrime lógini (2023)

Í samband við umseting av Revsilógini frá danskt til føroysk, gjørdist kynslig sannføring og kynssamleiki (sum føroyska lóggávan hevur valt at sláa saman í eitt orð og kallar: “kynsliga samleika”) ein partur av føroysku hate crime lógini (§ 81, nr. 6 í Revsilógini).

Lóggáva um eftirgjørdan gitnað fevnir nú eisini um samkynd pør (2025)

30. apríl 2025 samtykti Løgtingið nýggja lóg um viðgerð fyri barnloysi. Í nýggju lógini verða øll pør javnstillað, og at harvið kunnu pør við tveimum kvinnum nú eisini fáa hjálp frá tí almenna til at gerast við barn.

Vantandi rættindi

Antidiskriminatiónslóg

Vit hava framvegis ongar antidiskriminatiónslógir á arbeiðsmarknaðinum í Føroyum. Hvørki vegna kynsliga sannføring, kynsligan samleika, rasu, uppruna, átrúnað ella nakað annað.

Løgfrøðiligt kynsskifti

Tað ber ikki til at skifta kyn løgfrøðiliga í Føroyum uttan verða geld/ur fyrst. Hetta vil siga, at man sum tvørkyndur ella millumkyndur kann framvegis ikki skifta navn og kyn á almennum og løgfrøðiligum skjølum og samleikaprógvum í Føroyum, uttan at bæði skifta sítt lívfrøðiliga kyn og gerast lívsørin fyrst. 

Shopping Cart
Scroll to Top
LGBT+ Føroyar
Farspor

Hendan heimasíðan brúkar farspor, so tín uppliving á heimasíðuni er so góð sum møguligt. Farsporsupplýsingar verða goymdar í netkaganum og kunnu brúkast til at kenna teg aftur, tá ið tú vitjar síðuna næstu ferð, og til at kanna, hvønn part av heimasíðuni tær dámar best. Les privatlívspolitikkin her.