Altjóða AIDS dagur er í dag

Í dag, 1. desember, er altjóða AIDS dagur. Samstundis eru 30 ár liðin síðani HIV og AIDS ella eyðkvæmi gjørdist ein almenn sjúka. Í hesi 30 árini hava nógvar milliónir latið lív og umleið 33 milliónir liva í dag við HIV ella AIDS.

Føroyingar hava eisini merkt sjúkuna at egnum kroppi. Alment hava 20 føroyskir menn og kvinnur fingið staðfest HIV síðani 1986 og 9 føroyingar AIDS (har av 7 eru deyð). Hetta talið er tó nógv størri, um vit telja allar føroyingarnar, ið gjørdist partur av donsku hagtølunum, eftir at tey fluttu niður vegna sjúkuna í áttati og nítiárinum. Í 2010 vóru 2 nýggir tilburðir av AIDS staðfestir í Føroyum.

Sí 20 ára gamla dokumentarfilmin um AIDS-rakta Hannus Guttesen, sum vegna sjúkuna andaðist í 1991, her.

Shopping Cart
Scroll to Top

Discover more from LGBT+ Føroyar

Subscribe now to keep reading and get access to the full archive.

Continue reading

LGBT+ Føroyar
Farspor

Hendan heimasíðan brúkar farspor, so tín uppliving á heimasíðuni er so góð sum møguligt. Farsporsupplýsingar verða goymdar í netkaganum og kunnu brúkast til at kenna teg aftur, tá ið tú vitjar síðuna næstu ferð, og til at kanna, hvønn part av heimasíðuni tær dámar best. Les privatlívspolitikkin her.