Tilnevn føroyingar, ið hava havt ávirkan á rættindi hjá LGBT føroyingum í 2011

Við ársskifti fara vit at lata virðisløn til okkara hinskyndu vinir. Hetta eru hinskyndir føroyingar, ið hava havt jaliga ávirkað ella arbeitt fyri at skapa fleiri LGBT rættindi í Føroyum. Viðkomandi kann eisini hava verið við at skapa eitt rúmligari og meira tollynt samfelag fyri allar føroyingar. Ætlanin er at lata hesa virðisløn á hvørjum ári. Í ár verður virðislønin latin 28. desember 2011.

Í hesum sambandi, vilja vit fegin hoyra hvønn tú heldur hetta vera í 2011. Tú kanst vera við til at velja 5 hinkyndar persónar, ið atkvøðast kann vera fyri á okkara síðu á Facebook. Vinnarin verður funnin við ein dómsnevnd saman við atkvøðunum á Facebook.

Tilvildarlig mynd

Til ber at geva okkum uppskot um tilnevningar til og við 14. desember 2011. Síðan ber til at velja millum 5 tilnevningar fram til 23. desember 2011.

Einasta krav fyri at vera tilnevndur er, at viðkomandi er føroyingur ella býr í Føroyum og alment er komin út sum hinskyndur.

Send okkum títt uppskot um tilnevningar her ella umvegis teldupost til: lgbt@lgbt.fo

Heiðra okkara “egnu”

Umframt at heiðra tær hinkyndu hetjurnar, fara vit eisini at loyva okkum at heiðra okkara “egnu” hetjur.

Tilvildarlig mynd

Hetta gera vit við at velja “Ársins samkynda føroying”, umframt “Ársins altjóða samkynda persón”. Hetta verður eisini umvegis  tilnevningar á Facebook síðuni hjá LGBT Føroyar.

Soleiðis er talan um tilsaman 3 virðislønir, ið LGBT Føroyar letur 28. desember 2011.

Send okkum títt uppskot um tilnevningar her ella umvegis teldupost til: lgbt@lgbt.fo

Shopping Cart
Scroll to Top

Discover more from LGBT+ Føroyar

Subscribe now to keep reading and get access to the full archive.

Continue reading

LGBT+ Føroyar
Farspor

Hendan heimasíðan brúkar farspor, so tín uppliving á heimasíðuni er so góð sum møguligt. Farsporsupplýsingar verða goymdar í netkaganum og kunnu brúkast til at kenna teg aftur, tá ið tú vitjar síðuna næstu ferð, og til at kanna, hvønn part av heimasíðuni tær dámar best. Les privatlívspolitikkin her.