Verkætlanarsamskipari til LGBT+ Føroyar

Vilt tú vera við til at mynda ungdómsarbeiðið hjá LGBT+ Føroyum, menna VERA og framleiða kunningartilfar, samstundis sum tú sleppur at seta tín egna dám á títt starv?

LGBT+ Føroyar søkir eitt fólk til verkætlanarstarv í 3 ár, sum vil vera við til at skapa trivnað og betra umstøðurnar hjá ungum LGBT+-persónum í Føroyum. Verkætlanin er fíggjað av Østifterne og Oak Foundation Denmark.

Um starvið
LGBT+ Føroyar er einasti felagsskapur í Føroyum, sum hevur sum høvuðsendamál at arbeiða fyri rættindum og betri umstøðum hjá LGBT+-persónum. Vit arbeiða intersektionelt og leggja stóran dent á at skapa eitt umhvørvi, har fólk føla seg væl. Felagsskapurin hevur eina aktiva nevnd og skipar fyri alskyns tiltøkum og átøkum gjøgnum árið.

Sum verkætlanarsamskipari fært tú høvuðsábyrgd av verkætlanini, sum hevur til endamáls at menna ungdómstilboðið VERA, sum er eitt sosialt veristað fyri ungar LGBT+-persónar.

Tínar uppgávur verða í høvuðsheitum:

  • Menna og útinna VERA
  • Gera mannagongdir o.l. til VERA
  • Finna og hava ábyrgd av sjálvbodnum
  • Hava regluligar fundir við sjálvboðin og upplæra tey
  • Samstarva við norðurlendskar felagsskapir við líknandi tilboðum
  • Gera kunningartilfar
  • Kunna og undirvísa um LGBT+-viðurskifti
  • Eftirmeta verkætlanina og søkja fígging til víðari virksemi
  • Annað fyrifallandi arbeiði

Vit ynskja, at tú …

  • hevur viðkomandi útbúgving og/ella royndir
  • dugir væl við børnum og ungum
  • ert opinsinnað/ur, inkluderandi og fevnandi
  • dugir væl at arbeiða skipað og miðvíst
  • hevur vitan um LGBT+-viðurskifti
  • arbeiðir sjálvstøðugt og trívist við fjølbroyttum uppgávum
  • dugir væl at samskifta og orða teg á føroyskum, umframt at tú dugir skandinaviskt ella enskt
  • kanst halda framløgur

Vit bjóða …

  • Føroya litríkasta arbeiðspláss
  • fleksiblar arbeiðstíðir, har møguleiki eisini er at arbeiða heimanífrá
  • eitt spennandi arbeiði, sum tú kanst seta tín egna dám á
  • eitt arbeiðspláss, har tín kynssamleiki og persónsfornøvn verða viðurkend
  • fjølbroyttar arbeiðsuppgávur

Setanarviðurskifti og umsóknarfreist
Talan er um eitt 3 ára verkætlanarstarv. Tað fyrsta árið arbeiðir tú 30 tímar um vikuna. Annað og triðja árið er talan um 20 tímar um vikuna. Møguleiki er eisini at arbeiða minni brøk, um ynski er um tað. Kvøldarbeiði kemur fyri. Starvið verður lønt sambært avtalu.

Tann, ið sett/ur verður, má hava barnaváttan.

Søk starvið við at senda umsókn, lívsrensl og viðkomandi prógv til esther@lgbt.fo. Freist at søkja starvið er 21. septembur. Starvið er sett at byrja skjótast til ber.

Samband
Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú skriva ella ringja til Esther Margreth Petersen á esther@lgbt.fo ella tlf. 268900.

Shopping Cart
Scroll to Top

Discover more from LGBT+ Føroyar

Subscribe now to keep reading and get access to the full archive.

Continue reading

LGBT+ Føroyar
Privacy Overview

This website uses cookies so that we can provide you with the best user experience possible. Cookie information is stored in your browser and performs functions such as recognising you when you return to our website and helping our team to understand which sections of the website you find most interesting and useful. You can see our privacy policy here.