Felagsskapurin, LGBT Føroyar, hevur gjørt av at lata yvirlæknanum, Boga Davidsen, virðislønina, Ársins Rólant. Hetta er nýggj heiðursløn, uppkallað eftir Rólant Samuelsen, sála, ið sjálvur var ein tann fyrsti føroyingurin, sum livdi opið sum samkyndur í Føroyum
Ársins Rólant verður latin til heiðurs um minnið eftir Rólant Sumelsen til móttakara, sum hevur givið eitt týdningarmikið og lívlangt íkast til stríðið fyri javnbjóðisrættindum millum hinkynd og samkynd í Føroyum. Samstundis skal viðkomandi hava verið við til at kasta eitt positivt ljós á LGBT-føroyingar.
Hetta eru treytirnar, sum felagsskapurin, LGBT, hevur sett fyri nýggju virðislønina, sum nú er latin á fyrsta sinni.
– Rólant Samuelsen, sum leggur navn til virðislønina, var serstakur og setti sín egna dám á Havnina øll árini, hann búði og arbeiddi í býnum. Rólant Samuelsen var ein slóðbrótari, og eftirsum hann sjálvur gjørdi eitt stórt arbeiði, samkyndum føroyingum at frama, vil LGBT Føroyar fegið minnast hann við at uppkallað eina slíka virðisløn eftir honum, ljóðar grundgevingin hjá felagsskapinum.
Bogi Davidsen heiðraður
Eins og Rólant Samuelsen var yvirlæknin, Bogi Davidsen, ein av fyrstu føroyingunum, ið trein alment fram við sínum samkynda samleika. Í grundgevingunum fyri at lata honum ein Rólant, sigur LGBT Føroyar m.a.:”í áttiti- og nítiárunum stóð hann á odda fyri at bróta niður tabuið um samkynd og talaði fyri politiskum javnrættindum í Føroyum. Sum yvirlækni í Danmark var hann eisini við at veita læknaligan og sosialan stuðul til føroysk samkynd, ið fluttu niður vegna HIV-sjúkuna og lótu lív av eyðkvæmi í Danmark. LGBT Føroyar takkar Boga fyri hansara lívlanga íkast til okkara felagsstríð fyri javnrætti. Tað er okkum ein heiður at fylgja í tínum fótasporum. Tú ert ein av okkara hetjum.”
Drúgt arbeiði
– Eg sigi eisini stóra tøkk fyri tykkara viðurkenning av tí arbeiðinum, eg havi fingist við í skjótt 40 ár. Eg hevði ikki roknað við, at tað skuldi ganga so long tíð, áðrenn broyting kom í, men tað er gleðiligt, at vit eru komin so langt, sum vit eru komin. Men enn væntar hjúnabandslógin fyri okkum og ættleiðingarlógin, so als ongin munur verður gjørdur millum okkum og tey hinkyntu, ljóðaði takkarheilsanin frá Boga Davidsen, sum sjálvur ikki fekk luttikið á hátíðarhaldinum.
Bogi Davidsen helt, at hann onkursvegna mátti vera eitt sindur tolin, hóast hetta ikki vanliga er ein styrki hansara.
– Tað gleðir meg, at tit nevna mín gamla vinmann, Finn Helmsdal, sála, og eisini Annitu á Fríðriksmørk, sum saman við øðrum løgtingslimum arbeiddu fyri, at vit kundu fáa møguleikan fyri at fáa eitt vanligt lív heima í Føroyum eins og vit hava ymsastaðni uttanlands, legði Bogi Davidsen dent á í heilsan síni til LGBT Føroyar.
– Tad er eitt stórt og týdningarmikið arbeiðið, tit hava gjørt, gera og vónandi gera í framtíðini, segði hann.
Sí dokumentar um Boga Davidsen frá 1994 her
Sí Boga kjakst um LGBT rættindini í 1995 her


