LGBT Føroyar hevur latið Annitu á Fríðriksmørk og Finni Helmsdal, sála, heiðursløn fyri teirra arbeiði at gera Føroyar til eitt betri og rúmligari samfelag
LGBT Føroyar, sum arbeiðir fyri at bøta um rættindi hjá samkyndum, tvíkyndum og transpersónum, hevur latið virðislønir til fólk, sum hava gjørt eitt stórt og munadygt arbeiði, LGBT-føroyingum at frama.
Á hátíðarhaldi herfyri vóru Annita á Fríðriksmørk og Finnur Helmsdal, sáli, heiðrað fyri arbeiði teirra við at fáa rættindaparagraffina, 266b, samtykta í Føroyum. Sambært rørsluni hevur 266b kollvelt føroyska kjakmentan og hugburðin í Føroyum mótvegis samkyndum.
Mismunargreinin
– Hóast grein 266b í sær sjálvum sær tykist ógvuliga lítil, – hon gevur ávísum útsettum bólkum ein rætt til ikki at verða niðrað -, so broyttust Føroyar, eftir at lógin varð samtykt. Gongdin mótvegis 266b var drúgv, men tað var eitt neyðugt stríð, segði Sonja J. Jógvansdóttir, nevndarlimur í LGBT Føroyar á hátíðarhaldinum.
Mong ár gingu frá tí, at lógin varð løgd fyri tingið fyrstu ferð, til hon varð endalig samtykt í desember 2006.
Tá ið atkvøðast skuldi um 266b í 1987, ið var árið, tá lógin fyrstu ferð var í løgtinginum, var tað bert Karin Kjølbro, sum atkvøddi fyri.
Hon hevur seinni sagt, at síðumaður hennara royndi at toga hana niður í stólin aftur, tá ið hon reisti seg í tinginum og atkvøddi fyri. Tá í tíðini var atkvøtt við, at tingfólk reistu seg upp og á tann hátt góvu sína meining og atkvøðu til kennar.
266b samtykt
19 ár runnu, áðrenn orðið “seksuel orientering” kom við í mismunargreinina, sum grein 266b eisini verður nevnd. Í 2005, eftir at ein ráðstevna hevði verið um í Havn um samkynd, legði Finnur Helmsdal, sáli, einsamallur uppskot fyri løgtingið um at dagføra §266b.
Uppskotið fall við 11 atkvøðum fyri og 19 ímóti.
Árið eftir var tað aftur lagt fyri tingið, hesaferð av Finni Helmsdal og Annitu á Fríðriksmørk, sum bæði tá vóru tingfólk fyri Tjóðveldi. Eftir eitt sera hart kjak í Føroyum, sum eisini rakk út í grannalond, undirskriftsinnsavningar fyri og ímóti og hópin av fundum, rúgvuvís av miðlaumrøðu o.s.fr., so varð málið loksins samtykt í desember 2006 við 17 atkvøðum fyri og 15 ímóti.
Føroyar broyttust
Kjakið um grein 266b – og samtyktin sjálv – broyttu hugburðin í Føroyum. Tað sæst serliga við at sammeta harðliga kjakið frammanundan samtyktini og orðaskiftið aftaná.
Sonja Jógvansdóttir frá LGBT segði í røðu á hátíðarhaldinum, at hóast greinin er lítil, so hevur hon havt ómetaliga stóran týdning. Fyri fyrstu ferð er ein løglig viðurkenning av, at í Føroyum eru fleiri seksualitetir, og at øll hava nøkur rættindi.
Hvassi retorikkurin, sum valdaði í 2005 og 2006, er ikki at hóma á sama hátt í dag, og kjakið er grundleggjandi øðrvísi – serliga tí tað er vorðið meira upplýst, enn tað var frammanundan.
Nevndin í LGBT Føroyar, sum handaði virðislønina, segði m.a., at politikkarar kunnu falla á valið ella verða tiknir frá okkum í bestu árum, men kortini megna at seta góðar varðar eftir seg, sum broyta samfelagið rættan veg.
– Ein slíkan varða lagaðu Anita og Finnur, og vit takka teimum fyri teirra treysti, dirvi og víðskygni, segði nevndin í grundgeving síni fyri handanini av heiðurslønini.
Kjakið um 266b
Jórun Højgaard, einkjan eftir Finn Helmsdal, og Annita á Fríðriksmørk tóku ímóti virðislønini.
Annita á Fríðriksmørk segði í síni takkartalu, at kjakið um 266b hevði verið ógvuliga útbreitt. Heili 600 lesarabrøv vóru í Dimmalætting um evnið í 2006, og 600 lesarabrøv vóru í Sosialinum um tað sama. Hóast kjakið kundi vera hart, so segði hon seg hava merkt nógv jaligt frá fólki úr øllum løgum í samfelagnum.
Eisini legði hon dent á, at eftir, at lógin varð samtykt, so varð hon góðtikin.
– Tað er ongin í dag, sum av álvara tosar um at avtaka greinina, hóast hetta fyri fáum árum síðani setti kílar niður í tjóðina, segði hon.
Sí og hoyr handanina av virðislønini her
Sí og hoyr takkarrøðanun hjá Anitu á Fríðriksmørk her




