Fyrsti føroyingurin, sum alment stóð við sín samkyndleika, og sum livdi opið í Føroyum, var Rólant Samuelsen, sáli. Frá miðskeiðis í 60´unum og fram til 1989 setti Rólant Samuelsen sín serliga dám á høvuðsstaðin bæði sum hárskeri, sjónleikari og býarmynd sum heild
Søgan um Rólant Samuelsen er ein søga um ein mann, sum tordi at standa við, hvør hann var, sum tordi at bróta upp úr nýggjum, og sum vildi liva lívið í Føroyum, hóast hann var øðrvísi.Hetta er søgan um ein flamboyantan samkyndan mann, sum ikki lat seg kúga, hóast hann var einsamallur.Søgan um Rólant er eisini ein tragisk søga um ein samkyndan mann, sum kendi seg noyddan at fara av landinum, tá ið hann seinast í 1980´unum gjørdist álvarsliga sjúkur av eyðkvæmi.
Var einsamallur
Sjálvur visti Rólant frá barnsbeini av, at hann var øðrvísi.- Sum smádrongur spældi eg altíð við dukkur, ongantíð við bilar ella onnur ting, sum drongir vanliga spæla við, segði Rólant Samuelsen í eini samrøðu við blaðið, Oyggjaskjeggja, í 1975. Sum fimtan ára gamal flutti Rólant til Keypmannahavnar, har hann fór í læru sum frisørnæmingur.Har hitti hann nógv onnur samkynd fólk og slapp at menna sín samkynda samleika, áðrenn hann í 1967 flutti aftur til Føroyar og lat upp “Salong Rólant”, sum beinanvegin fekk stóran kundaskara.Afturkomin til Føroyar avgjørdi Rólant Samuelsen, at hann ætlaði at vera opin og erligur um, hvør hann var, hóast ongin alment livdi sum samkynd/ur í Føroyum tá.- Men harraguð! Eg veit, at tað eru fleiri, sum eru bisexuell i Føroyum. Tað er bara eingin, sum torir at vísa tað. Hetta veit eg, tí eg havi verið saman við fleiri av teimum. Eg eri eisini vanligt kirkjufólk og trúgvandi. Hann, Harrin, hevur eisini skapt meg, segði Rólant Samuelsen í somu samrøðu í Oyggjaskeggja í 1975.
Hjálpti ráðaleysum monnum
Rólant Samuelsen var dugnaligur hárskeri, og tey, sum veruliga vildu fylgja við í nýggjasta trendinum, komu inn á hansara salong, tí har var altíð festligur íblástur at heinta. Hansara klædnastílur var eisini sermerktur, og tað var skjótt, at hann fekk eyknevnið, “Damu Rólant”.Rólant var við í nógvum sjónleikum hjá Havnar Sjónleikarafelag, og eisini var hann við í onkrum filmum. Somuleiðis var hann frálíkur dansari og setti veruliga futt í náttarlívið í høvuðsstaðnum. Tá ið hann flutti aftur til Føroyar í seinnu helvt av 1960´unum, var tað The Beatles, sum átti tónleikapallin. Tað sigst, at tað var ongin í Føroyum, sum var so eminent/ur at dansa rock and roll og twist and shake sum júst Rólant. Rólant Samuelsen var sera væl skorin fyri tungubandið, og hetta hjálpti honum mangan, tá hann kundi fáa niðrandi viðmerkingar frá fullum monnum, sum ikki dámdu hann ella kendu seg hóttar, tí hann var samkyndur. Mangan vóru aftursvarini somikið hvøss, at tann, ið hevði funnist at honum, óivað angraði tað.Alt eftir hvørjari støðu, hann var í, fullu aftursvarini til homofobisku viðmerkingarnar. Onkuntíð svaraði hann aftur, onkuntíð gjørdi hann gjøldur burtur úr viðmerkingini, og onkuntíð royndi hann at skapa forstáilsi fyri, hvør hann varn og at tað eisini var í lagi.
Ein ljóslogi
Rólant Samuelsen kendi seg stundum einsamallan, hóast hann segði seg ikki kenna seg vera fyri mismuni í Føroyum. Trupult var eisini at finna eina maka, sum hann kundi liva saman við opið.Rólant hevur fortalt frá teimum monnum, sum í náttarmyrkrinum bankaðu á hansara dyr, ørkymlaðir og ráðaleysir, tí teir høvdu ongan at tosa við um teirra samkyndleika. Menn, sum dagliga livdu eitt »vanligt« lív við konu og børnum, men sum aldri høvdu kent seg væl.Miðskeiðis í 1980´unum gjørdist hann góður við Benny, sum flutti til Føroyar at liva saman við Rólanti.Í 1989 savnaði Rólant fjarðarnar og sítt hjarta upp í kuffertið og rýmdi av landinum at doyggja. Hetta var, tá ið hann hevði fingið staðfest eyðkvæmi, og tvey ár seinni andaðist hann einans 50 ára gamal. Jarðarferð var ongin, og tað sigst, at hann ongantíð fortaldi vinfólkum um sjúkuna, ella at hann flutti av landinum. Hann fór bara stillisliga avstað. Stutt áðrenn Rólant Samuelsen andaðist, vórðu hann og Benny skrásettir í parlagi.Rólant Samuelsen var í fleiri áratíggju einasti ljóslogi fyri samkyndar føroyingar, og hóast hann kendi seg noyddan at fara av landinum at doyggja, so livir hansara minni fyri tey mongu fólkini, hann hjálpti og var ein fyrimynd fyri.
Dimmalætting © 2012


