Tá Sirkus við dugnaligu og slóðbrótandi Sunnevu Háberg Eysturstein á odda, opnaði dyrnar í Vágsbotni, var tað opið fyri øllum – eisini føroyskum LGBTarum. Síðani byrjan hava Sunneva og Sirkus altíð verið klár at hjálpa okkum við at skapa eitt trygt umhvørvið, har okkara limir kunnu hittast og kenna seg ynsktan og tryggan – júst sum tey eru. Hetta hevur verið ein serstakliga týdningarmikiðil liður í at skapa einar rúmmligari Føroyar og at fáa LGBTara og onnur, ið kenna seg øðrvísi at trívast í egnum heimlandi. LGBT Føroyar og limir tess vilja fegin heiðra og takka Sirkus Føroyar fyri at hava givið okkum eitt pláss har vit kunnu hittast, vera saman og heiðra kærleikanum eins ymiskleikan. Takk fyri tykkara stóra íkast og dygga stuðul. Skál!

