Hjá samkyndum føroyingum er torført at ímynda sær Føroyar uttan Eiler. Hann hevur í nógv ár ótroyttandi arbeitt til frama fyri javnrættindum hjá samkyndum, serliga í Føroyum. Eiler hevur mangan átikið sær støðuna sum talsmaður fyri LGBT Føroyar, men hetta er bert ein lítil brotpartur av øllum arbeiðnum, ið liggur aftan fyri at tryggja javnrættindi til føroyskar LGBTarar. Tað hevur mangan leikað hart á, og hóast Eiler hevur goldið ein dýran persónligan prís fyri alt sítt stríð, so hevur hann altíð staðið stinnur og funnið orkuna til at stríðast víðari fyri seg sjálvan og fyri okkum onnur. Hetta sóu vit best, tá ið Føroya Løgting eftir triðju viðgerð samtykti broytingar í hjúnabandslógini soleiðis, at samkynd kunnu giftast borgarliga í Føroyum. Hóast hetta er eitt mál, ið Eiler hevur verið ein stórur partur av og leingi hevur arbeitt fram ímóti, er Eiler beinanvegin klárur til næsta stríðið: at seta sálarligu heilsu- og trivnaðarkorini hjá føroyskum LGBTarum í miðdepilin. LGBT Føroyar takkar tí Eileri Fagraklett fyri hansara langa stríð til frama fyri einum javnrættari og rúmligari Føroyum. Eiler, tú ert ein av okkara hetjum.

