Hendan heiðursløn verður latin Norðurlandahúsinum í Føroyum fyri at hava gingið á odda við at veita rúm og innivist fyri føroysku LGBT rørsluni. Norðurlandahúsið hevur mangan verið fyrst, tá ið tað snýr seg um ymiskt týðandi og slóðbrótandi virksemi hjá LGBT Føroyum. Norðurlandahúsið var m.a. vertur fyri fyrsta Pride tiltakinum í Føroyum í 2005. Norðurlandahúsið skipaði fyri fyrsta veruliga dragshowinum í Føroyum í 2015, og Norðurlandahúsið var fyrsta arbeiðsplássið í Føroyum, sum lat síni starvsfólk alment umboða stovnin í Faroe Pride skrúðgonguni. Harumframt hevur stovnurin í áravís framleitt, samskipa, fíggja og hýst hópin av alskyns tiltøkum, listaframsýningum, sjónleikum, filmsframsýningum, dansisýningum, framløgum, konsertum o.l., sum á ymiskan hátt hava lýst og endurspegla LGBTarar og LGBT viðurskifti – bæði føroysk, norðurlendsk og altjóða. Somuleiðis hevur Norðurlandaráðið og tess stovnar verið ein góður stuðul hjá LGBT rørsluni kring øll norðurlond eins væl og í Føroyum. LGBT Føroyar vil tí fegin heiðra og takka stovninum, eins og fyrrverandi og núverandi starvsfólkum, fyri hetta drúgva, týdningarmikla og meiningsfulla arbeiði við at lata hesa heiðursløn til Norðurlandhúsið í Føroyum. Stóra takk fyri!

