Hendan heiðursløn verður latin Amnesty International Føroyar fyri at hava verið ein katalysator fyri, at LGBT Føroyar rørslan varð sett á stovn í 2011. Amnesty International vildi tá, eins og í dag, seta vantandi rættindi hjá sam-, tví- og tvørkyndum kring heimin í miðdepilin – og tí eisini í Føroyum. Tí kallaði Amnesty International Føroyar inn til almennan fund í hølunum hjá felagsskapinum á vári 2011. Úrslitið varð, at føroysku LGBTarnir, ið møttu upp til fundin, valdu at seta á stovn egna rørslu. Tað gjørdist LGBT Føroyar. Amnesty International Føroyar hevur síðani gingið hvørt ár á odda á Faroe Pride skrúðgongunum, eins og felagsskapurin hevur skrivað fleiri lesarabrøv, luttikið í politiskum hoyringum og fingist við annað lobbyvirksemi í eini roynd at betra um korini hjá LGBTarum í Føroyum og at veita hesum javnrættindi. Hetta arbeiði hevur eisini givið jalig úrslit í Føroyum við m.a., at samkynd nú kunu giftast borgarliga í Føroyum. LGBT Føroyar vil fegin heiðra og takka felagsskapinum og limum tess fyri hetta týdningarmikla og meiningsfulla arbeiði við at lata hesa heiðursløn til mannarættindafelagsskapin.

