Maria Winther Olsen hevur umvegis stuttfilmin “Sum einglar vit falla” verið við til at kasta eitt veruligt og jaligt ljós á føroyskan LGBT ungdóm. Hesin vakri og læruríku stuttfilmar torur at siga søgur, sum áðrenn hava verið tagdar burtur í føroyska mentanarlívinum. Vegna hetta miðlaavrik, vilja LGBT Føroyar og limir tess fegin heiðra og takka Mariu fyri, at vit nú eisini kunnu endurspegla okkum í føroyskum stuttfilmum. Vónandi er hesin stuttfilmur einans byrjanin til eitt langt og bjart lívsyrki innan føroyskan film.

