Henda virðisløn verður latin tær fyri at varpa ljós á vantandi sjónligheit av samkyndleika og LGBTarum í føroyska fólkaskúlanum. Eisini verður virðislønin latin fyri munagott arbeiði sum lærari, ráðgevi og stuðul hjá mongum LGBT børnum og ungum. Vegna hesi avrik vil LGBT Føroyar og limir tess heiðra og takka tær fyri títt týdningarmikla íkast, og fyri tann dygga stuðul, ið tú hevur víst okkum og føroyskum ungdómi annars.

