Faroe Pride: So fara vit á rull
Nú nærkast til Faroe Pride 2021. Týsdagin 27. juli kl. 17.00 fer Faroe Pride á rull úr Havn inn á Skálafjørðin og aftur til Havnar.
Okkara vón er, at nógv hava hug at prýða sín bil og koma við í rekkjukoyringina.
Vit hittast inni á Sundi kl. 16.30 og har verður rekkjan skipað, áðrenn leiðin gongur inn í Eysturoynna.
Flottasti bilurin vinnur yvirnátting á Hotel Hilton fyri 2 við morgunmati, plakat og posa frá LGBT Føroyum og merchandise frá FIMFF. So tað er at lata hugflogið flúgva og lata bilin vera so serstakan, litríkan og festligan sum gjørligt.
Trekt verður eisini lut millum allar bilarnar, sum taka lut, um tvær Pardon My French burgararmenuir frá Hallartúni. Vit kunngera vinnaran á Facebook 28. juli.
Sent verður live, meðan vit koyra. Á ferðini senda vit prát, røðu og tónleik á FM 104,5 til bilarnar í rekkjukoyringini og tey grannaløg vit koma framvið.
Røðuna í ár heldur Jakob Fauerby, sum vit kenna frá Vild med dans. Jakob hevur nógvar royndir við revyum í Danmark, og vann í 2020 heiðurin sum ársins LGBT+ persónur til Danish Rainbow Awards.

Farleiðin til rekkjukoyringina er hendan: Koyrt verður av Sundi kl. 17 og so gongur leiðin gjøgnum Eysturoyartunnilin og upp á Strondum. Koyrt verður kring Skálafjørðin til Runavíkar og aftur gjøgnum Eysturoyartunnilin til Havnar. Tá gongur leiðin framvið úti á Gøtu, oman Løgmannabreyt, eftir Vegnum langa, oman Sundsveg, framvið Norðurlandahúsinum og eftir Marknagilsvegnum, yvir um brúnna til Argir, oman Traðargøtu og Støðlagøtu, framvið Eikini og Landssjúkrahúsinum, oman Jóanesar Patursonargøtu og steðga so eina lítla løtu í Steinatúni. Tá bilarnir koyra viðari úr Steinatúni umleið kl. 19 er Pride-rekkjukoyringin liðug.

