Hjúnabandið snýr seg fyrst og fremst um kærleikan millum tvey vaksin menniskju, og at tryggja samlívið millum hesi bæði. Men við hjúnabandinum fylgir eisini ein hópur av borgarligum rættindum og ikki minst skyldum. Her eru nøkur dømi:
EFTIRNAVN
Rættin at brúka eftirnavnið hjá hjúnafelaganum
FÍGGJARLIGUR STUÐUL
Skyldu at stuðla hvør øðrum fíggjarliga
UPPIHALDSPENINGUR
Í hjúnabandinum og eftir hjúnaskilnað
ALMENNAR VEITINGAR
Almennar veitingar og stuðul broytast tilsvarandi, tá ein er giftur
FRÁDRÁTTUR
Hjún kunnu flyta óbrúktar frádráttir millum sín
SKATTUR
Møguleiki er fyri hjúnafrádrátti og uppihaldspeningur kann dragast frá í skatti
SKATTSKYLDUR
Hjún kunnu hefta fyri skattaskulduni hjá hvør øðrum
OGNARFELI
Øll ogn og skuld, hjúnini skapa undir hjúnabandinum

SEROGN
Rættin at gera serogn áðrenn og undir hjúnabandinum
AVGERÐARRÆTTUR
Hjúnafelagin hevur avgerðarrættin í samband við bráðsjúku, coma og andahjálpartól, deyða, jarðarferð o.l.
GÁVUAVGJALD
Við gávuhjúnasáttmála sleppa hjún undan at gjalda avgjøld fyri størri gávur frá hjúnafelagnum
AVSLÁTTUR
Privatar fyritøkur og annað privat virkisemi lata av og á avsláttur og serlig tilboð til m.a. hjún
ÓSKIFT BÚGV
Hjún hava rætt at sita í óskiftum búgvi um hjúnafelagin doyr
PENSJÓN & TRYGGING
Pensjón og persónstrygging fella altíð til “næsta avvarandið” um annað ikki er tilskrivað. Hetta er fyrst og fremst hjúnafelagin
ARVARÆTTUR
Hjún hava rætt at arva hvønn annan
STUÐUL
Hjún hava rætt til ymiskan stuðul. Eitt nú stuðul til dupult húsarhald
INNFLYTING
Eitt par, har annar er útlendingur og hin er danskur/føroyskur borgari, hevur tað lættari við at fáa húsfólkasameining í danska kongaríkinum, um parið er gift
ARVAAVGJALD
Hjúnafelagi rindar 3% í arvaavgjaldi, meðan onnur rinda upp til 12%. Pensjónssamansparing kann tó flytast skattaog avgjaldsfrítt millum hjún


