LGBT Føroyar tilnevnt sum ársins felagsskapur

ax

LGBT Føroyar, rørslan fyri samkynd, tvíkynd og transkynd, er tilnevnt sum ársins felagsskapur í danska kongaríkinum. Talan er um eina sokallaða Axgil  virðisløn, sum rørslan hevur fingið møguleika at vinna.

Tað er danska vinnuhúsið Copenhagen Gay & Lesbian Chamber of Commerce, sum á hvørjum árið tilnevnir ymisk feløg, persónar og fyritøkur, ið tey meta hava gjørt eitt munagott arbeiði til frama fyri LGBT fólkum í danska kongaríkinum.

Tað verða árliga latnar 7 ymiskar Axgil virðislønir innan vinnulív, mentan, ítrótt, miðlar, býarlív, persónar og felagsskapir. LGBT Føroyar er tilnevnt sum “Årets organistion” saman við SLM København og Aarhus Pride.

Grundgevingin fyri tilnevndingina er hendan: ”LGBT Føroyar blev grundlagt i 2011, og det ændrede rigtig meget på Færøerne. Aktivisterne i LGBT Føroyar har afholdt landsdækkende kampagner og arrangeret en lang række arrangementer, heriblandt pride-paraden i Torshavn. LGBT Føroyar er også politisk aktiv og kæmper for ligestilling på Færøerne.”

Vinnarin verður kunngjørdur á stórum tiltaki á Bremen Teater í Keypmannahavn 14. februar 2013. Í januar mánaða kunnu lesarnir hjá danska LGBT blaðnum Out & About velja vinnaran. Til ber eisini hjá føroyingum at atkvøða her: www.outandabout.dk fyrst í komandi ári.

Axgil 2013 viðrislønarhandanin verður víst á donsku sjónvarpsrásini dk4.

Shopping Cart
Scroll to Top

Discover more from LGBT+ Føroyar

Subscribe now to keep reading and get access to the full archive.

Continue reading

LGBT+ Føroyar
Privacy Overview

This website uses cookies so that we can provide you with the best user experience possible. Cookie information is stored in your browser and performs functions such as recognising you when you return to our website and helping our team to understand which sections of the website you find most interesting and useful. You can see our privacy policy here.