Borgarstjórin í Reykjavík heldur røðu á Faroe Pride

Borgarstjórin í Reykjavík, Jón Gnarr, verður gestarøðari á stóra Faroe Pride tiltakinum, ið LGBT Føroyar skipar fyri í Havn 27. juli 2012. Jón Gnarr og fylgi hansara eru á almennari vitjan í Føroyum um hetta mundið, og hevur hann sjálvur lagt fram ynski um at luttaka á ársins Faroe Pride.

Áðrenn hann gjørdist borgarstjóri í Reykjavík, var Jón Gnarr kendur sum m.a. sjónleikari, skemtari, punktónleikari og rithøvundur. Í 2009 stovnaðu hann og onnur við lítlum og ongum politiskum royndum satiriska flokkin “Besti flokkurinn”. Hetta var eitt slag av mótmæli móti royndu politikarunum, ið høvdu verið við at skapt stóru fíggjarkreppuna, sum Ísland endaði í. Heldur óvæntað fekk flokkurin heili 35% av atkvøðunum og endaði í samgongu.

Sum borgarstjóri í íslendska høvuðsstaðnum, hevur hann klárað seg væl, og hevur hann somuleiðis skapt livandi kjak og undirhald fyri sínar borgarar. Eitt nú valdi hann at vísa sín stuðul til LGBT borgararnar í Íslandi við at luttaka í Pride skrúðgongu í Reykjavík í fjør, sum “drag queen” (maður í konufólkaklæðum). Umleið ein triðingur av øllum íslendingum luttaka árliga í “Hinsegin dagar”, sum íslendska Pride skrúðgongan eisini verður kallað.

Jón Gnarr hevur ikki áður verið í Føroyum. Hann kemur til Føroya tann 25. juli, steðgar til tann 30. juli og ætlar sær at uppliva ríku mentanartilboðini í sambandi við Faroe Pride og ólavsøkuna. Við honum eru konan Jóhanna Jóhannsdóttir, 6 ára gamli sonur teirra og embætisfólkini Sigurður Bjørn Bløndal og Katrin Guðmundsdóttir. Tórshavnar kommuna er almennur vertur hjá íslendska fylginum.

Shopping Cart
Scroll to Top

Discover more from LGBT+ Føroyar

Subscribe now to keep reading and get access to the full archive.

Continue reading

LGBT+ Føroyar
Privacy Overview

This website uses cookies so that we can provide you with the best user experience possible. Cookie information is stored in your browser and performs functions such as recognising you when you return to our website and helping our team to understand which sections of the website you find most interesting and useful. You can see our privacy policy here.