Dimmalætting spyr í dagsins blaðið formannin í Sambandsflokkinum, Kaj Leo Holm Johannesen, hvat hann heldur um, at felagsskapurin hjá teimum samkyndu vil hava sama rætt til hjúnaband sum onnur. Ja ella nei? Formaðurin svarar blaðnum soleiðis:
– Eg sigi ja til tann borgarliga partin, men mín barna trúgv forðar fyri, at eg haldi tað er rætt, at hetta verður gjørt í tildømis kirkjuni.
Flott, Løgmaður! 🙂 Vit krevja jú ikki annað enn okkara borgarligu rættindi!


