Enn eitt væleydnað “Out Night” tiltak – hesaferð í London

Næsta “Out Night” tiltakið uttanfyri Føroyar var á skránni leygarkvøldið 23. september 2011. Hesaferð var tiltakið hildið í London. Umleið 10 samkyndir føroyingar, har tey flestu eru búsitandi ella í lestrarørindum í London, møttu glað og spent upp til tiltakið, saman við hjúnafelagum, makum og vinum.

Byrjað var á Old Compton Street, sum er høvuðsgøtan fyri LGBT samfelagið í London. Síðan var vitjað á ymiskum barrum og klubbum á ymiskum síðugøtum í býarpartinum Soho, sum LGBT samfelagið eisini hevur meira ella minni yvirtikið. Tey uppmøttu fegnast um at kunna møta øðrum samkyndum føroyingum í London og læra hvønn annan betri at kenna.

Næstu ferð “Out Night” verður á skránni, verður tað aftur heima á klettunum. Hetta verður mikudagin 28. september 2011. Eins og áður er høvi hjá samkyndum, tvíkyndum, transpersónum og hinskyndum at hittast til eitt hugnaligt kvøld saman við vinum, kenningum og familju. Øll, uttan mun til kynsliga sannføring, eru sjálvsagt vælkomin.

Á skráin hesa ferð verður m.a. VJ’ing. Tað eru føroysku Ditte M. Joensen og Bárður Eklund, ið koma at upptraðkað, og saman kalla tey seg Video Junkies. Umframt Ditte og Bárð kemur føroyski plátuvendarin Beetelgeuse at diska við hópin av góðum og peppaðum tónleiki.

Hugtakið VJ er stytting fyri Visual Jockey, ið minnir nógv um ein plátuvendara, sum flestu okkara kenna. Hóast tað, so er ein ávísur munur. Meðan plátuvendarin krevur av tær, at tú nýtir oyruni, so krevur ein VJ, at tú nýtir bæði hoyrn og sjón. Ein VJ er stórt sæð eitt slag av listafólkið, ið nýtir eina bræðing av tónleiki og myndum at draga áskoðaran inn í eitt spektrum, sum onkursvegna spælir við fleiri sansir samstundis.

Umframt VJ’ing verður eisini tilboð í barrini. Tiltakið er sum altíð ókeypis, og ØLL eru hjartaliga vælkomin.

Shopping Cart
Scroll to Top
LGBT+ Føroyar
Privacy Overview

This website uses cookies so that we can provide you with the best user experience possible. Cookie information is stored in your browser and performs functions such as recognising you when you return to our website and helping our team to understand which sections of the website you find most interesting and useful. You can see our privacy policy here.