Out Night í Tórshavn, Keypmannhavn og London

Eftir at fleiri væleydnaði Out Night tiltøk hava verið í Sirkus í summar, er túrurin komin til líknandi tiltøk fyri føroyskar LGBT limir uttanlands. Í septembur verður skipað fyri trimum føroyskum Out Night tiltøkum í 3 evropeiskum høvuðstøðum: Tórshavn, Keypmannahavn og London.

Out Night – Keypmannahavn

Fyri fyrstu ferð verður eitt Out Night fyri føroysk tvíkynd, samkynd og transpersónar í Danmark. Tiltakið verður í Keypmannahavn 17. september 2011, og byrjað verður á café Oscar kl. 19.30. Her kunnu tey luttakandi keypa sær okkurt at drekka og síðan deila tankar, royndir, upplivingar og læra hvønn annan betri at kenna. Kl. 23.00 verður farið ein túr í LGBT klubban CC.

Out Night – London

23. september 2011 verður eisini fyrsta Out Night-tiltakið fyri føroysk tvíkynd, samkynd og transpersónar, sum búgva í London ella aðrastaðni í Bretlandi. London er býurin, har næstflestu útisetar búgva aftaná Keypmannahavn. Og har føroyingar búleikast, eru eisini samkyndir føroyingar at finna!
Tey luttakandi møtast kl. 20.00 uttanfyri Ed´s Easy Diner á Old Compton Street (LGBT gøtan í London). Síðan verður farið “pub crawling” til øll tey bestu LGBT støðini í Soho.  Allir LGBT føroyingar í Bretlandi eru vælkomnir. Eisini eru makar og vinir vælkomnir við. The more the merrier! 🙂

Out Night – Tórshavn

28. september 2011 verður tað so aftur gjørligt hjá føroyskum LGBT limum at luttaka í enn einum Out Night tiltaki í Tórshavn. Hetta verður sum vant í føðistaðnum hjá “Out Night”, Sirkus. Byrjað verður kl. 20.00. Skráin fyri kvøldið verður kunngjørt seinni.
Tilmelding til tiltøkini fer fram umvegis Facebook.
Annars ber altíð væl til at møta upp, til rætta tíðarskeið á omanfyrinevndu støðum! 🙂
Vit síggjast!
Shopping Cart
Scroll to Top

Discover more from LGBT+ Føroyar

Subscribe now to keep reading and get access to the full archive.

Continue reading

LGBT+ Føroyar
Privacy Overview

This website uses cookies so that we can provide you with the best user experience possible. Cookie information is stored in your browser and performs functions such as recognising you when you return to our website and helping our team to understand which sections of the website you find most interesting and useful. You can see our privacy policy here.