Úr greinasavninum – Hús & Heim, oktober 2008
Fyri góðum trimum árum síðani flutti Ulrik Skytte aftur til Danmarkar, eftir at hava búð í Føroyum í átta ár. Til fyri kortum hevur hann búð í einari lítlari romantiskari íbúð miðskeiðis í Keypmannahavn, men fyri nøkrum vikum síðani varð hon skift út við eina stóra nútímans íbúð í Sydhavnini. –Hetta var ein kjansur, sum eg ikki kundi siga frá mær, sjálvt um tað merkir, at eg verið noyddur at leiga hana saman við einum vinmanna, fortelur Ulrik.
Hyggur tú í kring í spildurnýggju flottu íbúðini hjá Ulrik Skytte í Sydhavinini í Keypmannahavn, er einki sum beinleiðis avdúkar, at Ulrik er blómubindari og samkyndur. Og tað er hvørki sagt fyri at seta blómubindarar ella samkynd í bás. Veruleikin er bara tann, at Ulrik best dámar tann meiri romantiska ektravaganta stílin við nógvum stórum og flottum blómum, sum altso ikki síggjast aftur her. Men tað hevur sína frágreiðing.
Skuldi vera eitt ár
Arbeiðsplássið hjá 37 ára gamla Ulrik Skytte eitur í løtuni “May-Flower”. Tað er ein blómuhandil á Amager, og har hevur hann arbeitt síðani januar 2005, tá hann fluttu úr Havn til Danmarkar. Til Føroya flutti hann í 1997, og ætlanin var bara at steðga í eitt ár. Men hann treivst somikið væl, at eitt ár bleiv til tvey, og so trý, og tá hann ein vetrardag í januar 2005 pakkaði kuffertið, hevði hann búð og arbeitt í Føroyum í átta ár.
Tað var við sorgblídni, at hann segði oyggjunum farvæl, tí honum dámdi væl at arbeiða sum blómubindari í Havn, og hann hevði eisini fingið nógv og góð vinfólk. Men tá rumblið um grein “266b” endaði við, at greinin (tá) ikki bleiv samtykt, tók Ulrik eina stóra avgerð. Hann vildi ikki búgva í einum landi, har hansara seksualitetur ikki varð vardur av lógini, eins væl og seksualiteturin hjá hinkyndum.
Sær nógvar føroyingar
“Men at búgva í Keypmannahavn, tá mann er føroyavinur um ein háls, er eisini deiligt”, heldur Ulrik. Hann hittir javnan vinfólk, sum hann fekk, tá hann búði í Havn, tí nógv av teimum eru flutt av landinum, antin í útbúgvingarørindum, ella tí tey vildu hava nýggjar avbjóðingar. Og eins og vanligt er í Føroyum, so dámar Ulrik væl at fáa fólk á vitjan í íbúð síni í Keypmannahavn. Higartil hevur hann tikið ímóti bæði føroyskum og donskum vinfólkum í lítlu hugnaligu íbúð síni inni í Keypmannahavn, men tá hann herfyri fekk kjansin at flyta inn í ein av spildurnýggju íbúðarbygningunum í Sydhavnini, smekkaði hann til.
“Eg hevði ikki havt ráð at búð her einsamallur, men við at deila íbúðina saman við einum vinmanni, ber til at fáa tað at hanga saman fíggjarliga”, sigur Ulrik. Vinmaðurin búði í íbúðini frammanundan, sum er 108 fermetrar, umframt eina stóra altan upp á 40 fermatrar. Hann hevði innrættað seg við møblum og øðrum, men Ulrik slapp at taka sínar lutir við, um hann hevði hug til tað.
Tað bleiv til eitt sindur av møblum og øðrum, men ikki tað stóra, tí Ulrik dámdi væl stílin, sum var frammanundan. “Íbúðin var innrættað í trá við byggistílin á húsinum -altso eitt sindur maskulint og stílreint -so tað vildi eg ikki broyta so nógv uppá”, fortelur Ulrik.
Sett sín dám
Ulrik hevur tó sett sín týðiliga dám á íbúðini, síðani hann flutti inn. Til dømis er nýggj føroysk list á veggjunum, og blómur, stakar, flott postalín og aðrir vakrir lutir standa plaseraðir so perfekt, at ein skurðlækni ikki kundi gjørt tað betri. “Eg vil ikki vera ótrúgvur ímóti andanum í íbúðini, og tí er tað týdningarmikið, at tað, sum verður sett upp ella sett fram, ikki er ov prangandi. Tað tolir hendan modernaða íbúðin ikki”, sigur Ulrik Skytte.
© Hús & Heim 2008














