Tíðindaskriv:
Á løgtingsvalinum í ár, hava vit møguleika at skapa einar Føroyar, ið rúmar øllum føroyingum og sum gevur øllum javnbjóðis rættindi. Eitt stórt fet á leiðini, er at dagføra hjúnabandslógina, soleiðis at samkynd parløg verða javnsett við hinskynd parløg.
“Vit í LGBT Føroyar ynskja ikki serlógir ella serrættindi, sum eitt nú lógina um skrásett parlag, ið flest okkara grannalond nú eru farin burturfrá. Vit ynskja at gerast partur av tí lóggávu, ið er á økinum, og at fáa sama rætt sum allir aðrir føroyingar. Ein dagførd hjúnabandslóg, sum rúmar bæði samkyndum og hinskyndum, vísir at vit sum samfelag eru tollynt, rúmlig, virða mannarættindi, og at vit javnseta allar borgarar í Føroyum” sigur Bjarni Lisberg, talsmaður hjá LGBT Føroyar.
Sjálv lógarbroytingin er einføld at fremja. Einasta broyting sum gerast skal, er at staðfesta í hjúnabandslógini, at hjúnaband er millum tveir persónar. Við hesum er hjúnaband antin millum mann og mann, kvinnu og kvinnu ella mann og kvinnu. Nógv lond hava longu framt hesa lógarbroyting, eitt nú Norra, Ísland, Svørríki, Kanada, Spania, Holland, Belgia, Portugal, Argentina, Suðurafrika og fleiri amerikanskir statir. Nýggja danska stjórnin hevur eisini stungi út í kortiat dagføra lógina í Danmark. Lógarbroytingin fer ikki at áleggja fólkakirkjuni ella samkomum at víga samkynd, hetta verður ein spurningur sum fólkakirkjan og trúarsamfeløgini sjálvi skulu sleppa at avgerða.
Á løgtingsvalinum í ár, hava vit møguleika at velja politikarar, sum siga ja til fjølbroytni, ja til javnrætt og ja til kærleikan. Seinni í mánaðinum fer LGBT Føroyar at varpa ljós á teir flokkar og tey valevni, sum vilja einar rúmligari Føroyar. Eisini fer rørslan at skipa fyri politiskum valfundi og øðrum tiltøkum, ið varpa ljós á ynski okkara um javnrættindi í Føroyum.
LGBT Føroyar,
3. oktober 2011





