Fríggjadagin varð kunngjørt, at Sámal Petur í Grund stillaði upp sum valevni fyri Framsøkn til komandi løtingsval. Hetta fekk fleiri veljarar hjá flokkinum upp úr stólinum. Síðst tey hoyrdu frá Sámal Petur í Grund sum politikkari, var hansara áskoðan alt annað enn í samsvari við virðisgrundarlagið hjá nýggja flokkinum. Eitt nú luttók politikkarin í hesi kjaksendingin í Sjónvarp Føroya í 1995.
Men flokkurin var skjótur at svara ivamálinum á síni heimasíðu:
– Vit øll skulu kenna okkum trygg og vird, soleiðis sum vit eru
Framsókn er ein frælslyntur flokkur, sum leggur stóran dent á persónliga frælsið hjá øllum landsins borgarum. Vit vilja, at vit øll, uttan mun til aldur, kyn, uppruna, trúgv, sosiala støðu og kynsligan samleika, skulu hava somu rættindi at liva og virka í Føroyum. Hetta merkir, at vit øll eisini skulu kenna okkum trygg og vird, soleiðis sum vit eru.
Vit í Framsókn viðurkenna, at føroyingar, eins og onnur, hava ymiskan kynsligan samleika. Vit hava øll sama virði. Kærleikin millum tvey av sama kyni er eins ektaður og kærleikin millum tvey av ymiskum kyni. Framsókn er fyri skrásettum parlagi, eins og vit eisini fegnast um, at løgtingið í síni tíð samtykti grein 266b.
Framsókn arbeiðir miðvíst fyri einum frælslyntum og sjálvbjargnum Føroyum. Hetta krevur tætt samstarv við allar góðar kreftir. Hetta krevur eisini, at vit støðugt royna at vinna so nógvar føroyingar, sum tilber, fyri teirri frælslyntu kósini. Vit ynskja tí eisini at geva rúmd fyri teimum, sum nú stuðla greiða virðisgrundarlagi okkara, hóast tey einaferð høvdu eina aðra áskoðan.
Valevnini hjá FRAMSÓKN
Eftir hetta vóru allar røddir ikki heilt nøgdar við svarið og ynsktu at hoyra tað frá Sámal Petur í Grund sjálvum. Sunnumorgunin svaraði Sámal Petur í Grund at enda alment aftur. Hann skrivaði soleiðis á Vágaportalinum:
– Um so er at nakar er í iva um at eg sum persónur standi inni fyri fráboðan frá Framsókn í hesum máli, so kann eg hervið vátta at eg bæði havi verið við til at evna fráboðanina til og góðkent hana áðrenn hon bleiv send út. Taki fult undir við fráboðanini og skuldi harvið allur ivi verið beindur av vegnum.
Sámal Petur í Grund
So ikki kann sigast annað enn, at vit øll kunnu broytast. Hetta er eitt gott tekin og gevur vón um, at enn fleiri føroyingar kunnu broyta sína áskoðan og gerast meira tollynt. Hetta fegnast vit í LGBT Føroyar alsamt um. Vónandi fara vit at síggja fleiri slíkar sólskinssøgur í komandi valstríðinum.
LGBT Føroyar ynskir Sámal Peturi og øllum hinum valevninum góða eydnu við komandi Løgtingsvalinum.


