Rasmus Rasmussen

Rasmus Rasnussen, sáli (2014)

Uttan at vilja tað, gjørdist Rasmus Rasnussen, sáli, fyri nøkrum árum síðani miðdepil í stríðnum hjá LGBTarum í Føroyum, tí hann vegna sína kynsliga sannføring varð álopin. Hetta hevði stórar persónligar fylgjur fyri Rasmus og hansara nærmastu, men gjørdist eisini tað, sum endaliga slóðaði fyri, at fólk fyri fyrstu ferð í Føroya søgu vóru vard vegna sína kynsligu sannføring. Rasmus er farin, men ein litfagur varði stendir eftir hann. Tað vitnaðu vit aftur, tá ið hansara síðsti dreymur um, at eitt Fountain House varð sett á stovn í Føroyum, gjørdist veruleiki. Hóast lívið gjørdist alt ov stutt, so hevur henda friðarliga hetjan sett djúp og varandi spor eftir seg. Bæði í okkara minni, men eisini fyri okkara framtíð.

Shopping Cart
Scroll to Top
LGBT+ Føroyar
Farspor

Hendan heimasíðan brúkar farspor, so tín uppliving á heimasíðuni er so góð sum møguligt. Farsporsupplýsingar verða goymdar í netkaganum og kunnu brúkast til at kenna teg aftur, tá ið tú vitjar síðuna næstu ferð, og til at kanna, hvønn part av heimasíðuni tær dámar best. Les privatlívspolitikkin her.