https://www.foreldurattvorkyndum.fo

Foreldur at tvørkyndum (2025)

Á Faroe Pride 2025 varð LGBT+-virðislønin handað. Tað vóru Foreldur at tvørkyndum, sum fingu virðislønina hetta árið. Í grundgevingini stendur:

Tit eru, upp á stutta tíð, farin miðvíst og ágrýtin til verka. Tit hava sett tykkum fyri at gera Føroyar til eitt betri og rúmligari samfelag – ikki minst fyri tykkara egnu børn.

Við faldaranum um tvørkynd seta tit sjóneykuna á ein týdningarmiklan og yvirsæddan samfelagsbólk. Tit varpa ljós á tvørkynd og teirra støðu, og arbeiðið hjá tykkum fer uttan iva at hjálpa føroyska samfelagnum at gerast bæði rúmligari og betri at møta og skilja tvørkynd.

Foreldur og avvarðandi hava eina lyklaleiklut í stríðnum fyri betri viðurskifti fyri tvørkynd, og við tykkara arbeiði – og við faldaranum – vísa tit dirvi, umsorgan og eina djúpa ábyrgdarkenslu. Tað hevur týdning, og tað ger mun.

Shopping Cart
Scroll to Top
LGBT+ Føroyar
Farspor

Hendan heimasíðan brúkar farspor, so tín uppliving á heimasíðuni er so góð sum møguligt. Farsporsupplýsingar verða goymdar í netkaganum og kunnu brúkast til at kenna teg aftur, tá ið tú vitjar síðuna næstu ferð, og til at kanna, hvønn part av heimasíðuni tær dámar best. Les privatlívspolitikkin her.