Bjørt Samuelsen, Hanna Jensen og Kristianna Winther Poulsen (2016)

Henda virðisløn verður latin fyri drúgva stríð tykkara fyri javnrættindum hjá LGBT føroyingum, og fyri at leggja fram uppskot fyri Føroya Løgting, og endaliga fáa hetta viðtikið, um dagføring av hjúnabandslógini, so samkynd eisini kunnu giftast borgarliga í Føroyum. Vegna hetta søguliga avrik, vilja LGBT Føroyar og limir tess fegin heiðra og takka tykkum fyri tað týdningarmikla arbeiði og tann dygga stuðul, tit hava víst okkum og fyri einum rúmligari Føroyum. Hetta fara vit ongantíð at gloyma. Tykkara pláss í føroyskari søgu, og ikki minst í okkara hjørtum, er hervið tryggjað! Túsund takk fyri!

Shopping Cart
Scroll to Top
LGBT+ Føroyar
Farspor

Hendan heimasíðan brúkar farspor, so tín uppliving á heimasíðuni er so góð sum møguligt. Farsporsupplýsingar verða goymdar í netkaganum og kunnu brúkast til at kenna teg aftur, tá ið tú vitjar síðuna næstu ferð, og til at kanna, hvønn part av heimasíðuni tær dámar best. Les privatlívspolitikkin her.