Partur av endamálinum hjá LGBT Føroyar er at leggja lunnar undir eitt rúmligt samfelag, hvørs eyðkenni er fjølbroytni og virðing fyri ymiskleikunum hjá hvørjum einstøkum. Eisini vilja vit skapa trivnað og eitt mennandi umhvørvi fyri samkyndum, tvíkyndum og tvørkyndum. Hetta gera vit m.a. við at skipa fyri ymiskum tiltøkum, so sum veitslum og øðrum kunnandi og upplýsandi tiltøkum.

