Kom til eina gevandi, stuttliga og læruríka verkstovu í pall-útstráling ella ‘stage presence’ undir leiðslu av kenda danska undirhaldaranum, Tinus.
Verkstovan er ókeypis og verður í Perluni í Havn leygardagin 25. juli kl. 14.00-16.00.
Sama um tú stendur á einum palli, heldur fyrilestur, undirvísir, leggur fram eitt hugskot ella leiðir ein fund, so er tín pallútstráling tað, sum avger, um áhoyrararnir lurta – ella gloyma teg.
Á hesum kveikjandi og verkliga skeiðnum deilir Tinus av sínum meira enn 20 ára royndum sum professionellur undirhaldari, vertur og fyrilestrahaldari. Tú fært ítøkilig amboð til at standa sterkari, tosa meira sannførandi og skapa eitt veruligt samband við áhoyrararnar.
Tú lærir millum annað:
• At útstrála sjálvsálit og trúvirði.
• At brúka kropsmál, rødd og steðgir tilvitað.
• At varðveita uppmerksemið hjá áhoyrarunum frá fyrstu løtu.
• At handfara nervar og venda tað til orku.
• At skapa nærveru, slagkraft og ein persónligan pall-samleika.
Undirvísingin er livandi, skemtilig og kann nýtast beinleiðis í verki. Við venjingum, feedback og ítøkiligum teknikkum fært tú amboð, sum tú kanst taka í nýtslu beinanvegin, sama hvør tín pallur er.
Verkstovan er á donskum og ókeypis, tó er neyðugt at melda seg til í seinasta lagi 23. juli á lgbt@lgbt.fo. Viðmerk ‘verkstova’ og upplýs navn og telefonnummar.
Les um hini tiltøkini pride-vikuna her: https://www.facebook.com/events/1250081463763062
– – – – –
ENG:
Free Stage Presence Workshop with Tinus
On Saturday, 25 July, from 2:00–4:00 p.m., join us for a free workshop on stage presence at Perlan in Tórshavn, led by the well-known Danish entertainer Tinus.
Whether you’re performing on stage, giving a talk, teaching, pitching an idea, or leading a meeting, your presence can make all the difference between an audience that truly listens and one that quickly forgets.
In this inspiring, hands-on workshop, Tinus draws on more than 20 years of experience as a professional entertainer, host, and speaker. You’ll gain practical tools to help you stand with greater confidence, communicate more convincingly, and build a genuine connection with your audience.
You’ll learn how to:
• Project confidence and credibility.
• Use body language, your voice, and pauses effectively.
• Capture and hold your audience’s attention from the very first moment.
• Manage nerves and turn nervous energy into a strength.
• Develop presence, impact, and your own authentic stage persona.
The workshop is lively, entertaining, and highly practical. Through exercises, feedback, and hands-on techniques, you’ll leave with tools you can start using straight away, whatever your stage may be.
The workshop will be held in Danish and is free of charge, but registration is required by 23 July.
To register, email lgbt@lgbt.fo with “Workshop” in the subject line and include your name and phone number.
Read about the other events on Pride Week here: https://www.facebook.com/events/1250081463763062
