FAROE PRIDE 2026
Aftur í ár verður Faroe Pride 27. juli. kl. 16.00!
Upphitingin byrjar við Tórsvøll kl. 15.00, har vit bjóða ókeypis andlitsmáling og deila fløgg út. Eisini verður høvi at stuðla arbeiðinum hjá LGBT+ Føroyum við at keypa okkurt drekkandi ella merch frá okkara sølubúð
Kl. 16.00 fer skrúðgongan til gongu frá Tórsvølli. Komin oman á Vaglið verður ókeypis konsert.
Faroe Pride er dagurin, har vit seta lit á havnargøtur og fegnast um tey framstig, sum eru hend í Føroyum. Samstundis er hetta eisini dagurin, har vit varpa ljós á øll tey rættindi, sum enn mangla í stríðnum fyri javnrættindi til LGBT+’arar, eitt nú løgfrøðiligt kynsskifti
LGBT+ Føroyar heitir á allar føroyingar, ið ynskja einar fjølbroyttar, javnrættar og rúmligar Føroyar, um at møta fjølment upp til Faroe Pride 2025
Saman kunnu vit vísa, at føroyingar vilja hava eitt samfelag, sum virðir rættindi til LGBT+-persónar.
