Tað var í 1885, at týski rithøvundurin og rættvísistríðsmaðurin Karl Heinrich Ulrichs festi stuttsøguna Manor á blað.
Søgan snýr seg um tveir ungar samkyndar føroyingar, ið gerast góðir, men tíverri gongur annar maðurin burtur á sjónum, og eftir hann situr hin og syrgir. Tað gongur tó ikki rúm tíð, fyrr enn deyði maðurin gongur aftur sum vampýrur. Hvørt kvøld vinnur hann sær lívsorku við at súgva blóð frá sínum livandi maka. Men hvussu leingi kann hetta halda fram, og hvussu fer nærumhvørvið og tey nærmastu at góðtaka ta óvanligu støðuna? Alt hetta og meira fæst at vita í spennandi stuttsøguni Manor.
Henda serstaka søgan um føroyskar samkyndar vampýrar varð skrivað í 1884, men hevur ikki verið útgivin í Føroyum fyrr enn nú. Rithøvundurin Hanus Kamban hevur týtt søguna úr týskum, og listamaðurin Jón Sonni Jensen hevur myndprýtt bókina.
Upprunaheiti: Manor
Tekstur: Karl Heinrich Ulrichs
Føroysk týðing: © Hanus Kamban, LGBT+ Føroyar
Tekningar: © 2014 Jón Sonni Jensen
Fororð: © 2014 Eiler Fagraklett
Umbróting: Dánjal Jacobsen
ISBN: 978-99918-3-415-3
Útgevari: LGBT+ Føroyar 2014
Prent: Føroya Prent
Serlig tøkk til: Birgir Kruse, Wieland Speck, Marita Thomsen og Eiler Fagraklett




