Faroe Pride 2012

Ársins Faroe Pride fer alment av bakkastokki 27. juli 2012 og heldur áfram í ein mánað. Umframt stóra almenna skrúðgongu og konsert í høvuðsstaðnum “lítla Ólavsøkuaftan”, verður eisini forvitnislig framsýning, øðrvísi fyrilestrar og kunnandi tiltøk á skránni.

Hetta er triðju ferð, at Faroe Pride er á skránni í Føroyum. Talan er um árligt tiltak har samkynd, tvíkynd, transpersónar og teirra stuðlar, fáa møguleika at gera vart við seg, vísa at tey eru til og at tey eru errin av at vera til. Hetta er samstundis eitt tiltak, ið heiðrar ymisleikan hjá føroyingum og setur fram ynski um líkarætt fyri allar borgarar í Føroyum.

LGBT Føroyar, ið er rørsla fyri samkynd, tvíkynd og transpersónar í Føroyar, skipar fyri øllum tiltøkunum við stuðli frá og í samstarvi við Tórshavnar kommunu, Mentarnargrunni Landsins og Nordisk Kulturfond.

Shopping Cart
Scroll to Top
LGBT+ Føroyar
Farspor

Hendan heimasíðan brúkar farspor, so tín uppliving á heimasíðuni er so góð sum møguligt. Farsporsupplýsingar verða goymdar í netkaganum og kunnu brúkast til at kenna teg aftur, tá ið tú vitjar síðuna næstu ferð, og til at kanna, hvønn part av heimasíðuni tær dámar best. Les privatlívspolitikkin her.