Tá eg var lítli æt eg Robin. Eg eri uppvaksin saman við mammu míni í Vestmanna, ið telur 1500 íbúgvar. Eg var ein nervøsur drongur, sum leið av angist frá tí eg var heilt lítil. Eg skapaði ein lonyiligan persón inni í mær sjálvum, sum bara eg kendi. Henda persónin kallaði eg Dennis Agerblad. Eg kendi, at Dennis Agerblad var tann veruligi persónurin í kroppinum. – Persónurin sum skilti seg sjálvan. Robin var navnið foreldur míni góvu mær, tí pápi mín, sum eg sjáldan sá, bleiv kallaður Robin Hood, tá hann var lítil.
Eg føldi ongantíð, at tað var nakar, sum skilti meg, ella var sum eg, og eg royndi tí av øllum alvi at uppføra meg sum man skuldi fyri at verða góðtikin og elskaður.

Men hetta tímdi mín innari Dennis Agerblad ikki, og so var konfliktin fødd. Ein konflikt sum aldri bleiv loyst ímillum mínar tveir persónar. Mín innari Dennis Agerblad bleiv 180 gradir mótsetningur til mín ytra Robin. Dennis Agerblad vildi vísa seg fram og litaði tí hárið, seymaði síni egnu klæði, tvætlaði og byrjaði at taka eina rúgvu av stuttligum tingum upp á band. Men tá mín ytri Robin skuldi út tordi eg næstan ikki útum hurðina við tí nýggja hárinum, sum mín innari Dennis Agerblad hevði gjørt á mær.

Tað var ringast, tá eg kom í pubertetin, tí tað gjørdu báðir persónarnir í mær eisini. Robin sum var heteroseksuellur og Dennis Agerblad, sum var samkyndur. Eg beiv bangin fyri, at mín innara Dennis Agerblad síða skuldi blíva uppdagað og gjørdi nú enn meir fyri at goyma hann við at vera tann fyrsti sum mussaði genturnar. – Eg bleiv glaður um onkur kallaði meg ein konufólkarev ella segði at eg var glaður fyri konufólk. Men teir báðir seksualitetirnir í einum kroppi vóru sera truplir. Serliga tí mín dominerandi Dennis Agerblad ikki fekk loyvi til at útliva sín seksualitet. Eg visti ikki, hvat tað var at vera samkyndur, men eg hevði hoyrt um kynsskiftisskurðviðgerðir í miðlunum, og eg hugsaði: Øv, skal eg veruliga leggjast undir skurð og broyta kyn fyri at fáa ein mann, sum vil hava meg?

Mínir tveir persónar gjørdust meir og meir konfliktfullir og lívið hjá mær bleiv ein marra. Eg hugsaði, at um eg bara búði í Danmark, so kundi eg kanska fáa eina kynsskiftisskurðviðgerð og kalla meg Denice?

Eg flutti til Keypmannahavnar, men mín innari Dennis Agerblad síða vildi ikki hoyra talan um ætlanirnar hjá mínum mínum ytra Robin um at blíva til eina gentu. Eg eri Dennis Agerblad og einki annað. Eg vil ikki setast í nakran bás. Eg vil finna eitt menniskja, sum er ført fyri at elska meg sum eg eri. Men mín innari Dennis Agerblad síða var enn ein so ekstremur persónur fyri mína ytru Robin síðu, at tær báðar síðurnar bardust um plássið í kroppinum. At enda fann eg upp á ein triða persón sum var ein blanding av hinum báðum, og kallaði meg Ova.
Eg var glaður um at eg nú kundi gloyma alt um mína býttu Robin síðu og hansara dupultmoral, lygnir og sjálvshatur. Robin bleiv 20 ára gamal áðrenn hann bleiv latin aftur og slóktur, – men ikki gloymdur.
Sum Ova kláraði eg meg ordiliga væl. Eg var opið samkyndur. Eg fekk eina útbúgving sum tekstil sniðgevi frá Danmarks Design Skúla.
Eg setti eitt føroykst orkestur á stovn, sum eg útgav tónleik saman við. Byrjaði eitt listaverkstað, skapaði list og seldi eisini myndir. Eg fekk fast starv sum grafikari. Ova bleiv 10 ár. Mín Ova síða hevur skapað nógv sambond, sum onki hava við Dennis Agerblad síðuna at gera, so hann liggur og gløðir undir songini.
Í 2000 tók Dennis Agerblad valdið yvir kroppinum. Við tíðini og við góðari hjálp frá performance bólkinum Dunst, blómaði mín Dennis Agerblad síða upp og út yvir pallin. Við øllum teim óendaliga ekstremu, stuttligu og fittu menniskjunum kendi eg meg fyrstu ferð normalan.
—
dennisagerblad.dk