Sakaris Fríði Stórá (2014)

Sakaris Stórá hevur umvegis stuttfilmar sínar Summarnátt og Vetramorgun verið við til at kasta eitt veruligt og jaligt ljós á føroyskan LGBT ungdóm. Hesir vøkru og læruríku stuttfilmar bróta upp úr nýggjum og tora at siga søgur, sum áðrenn hava verið tagdar burtur í føroyska mentanarlívinum. Vegna hetta megnar miðlaavrik, vilja LGBT Føroyar og limir tess fegin heiðra og takka Sakarisi fyri, at vit nú eisini kunnu endurspegla okkum í føroyskum stuttfilmum. Vónandi eru hesar stuttfilmar einans byrjanin til eitt langt og bjart lívsyrki innan føroyskan film. Drív á, Sakaris!

Shopping Cart
Scroll to Top
LGBT+ Føroyar
Farspor

Hendan heimasíðan brúkar farspor, so tín uppliving á heimasíðuni er so góð sum møguligt. Farsporsupplýsingar verða goymdar í netkaganum og kunnu brúkast til at kenna teg aftur, tá ið tú vitjar síðuna næstu ferð, og til at kanna, hvønn part av heimasíðuni tær dámar best. Les privatlívspolitikkin her.