Eins og Rólant var Bogi Davidsen ein av fyrstu føroyingum, ið alment stóðu fram sum samkynd. Í áttati- og nítiárunum stóð hann á odda fyri at bróta niður tabuið um samkynd og taliaði fyri politiskum javnrættindum í Føroyum. Sum yvirlækni í Danmark var hann eisini við til at veita læknaligan og sosialan stuðul til føroysk samkynd, ið fluttu niður vegna HIV-sjúkuna og lótu lív av eyðkvæmi í Danmark. LGBT Føroyar takkar Boga almikið fyri hansara lívslanga íkast til okkara felagsstríð fyri javnrætti. Tað er okkum ein heiður at fylgja í tínum fótasporum.

