Henda virðisløn verður latin fyri drúgva stríð tykkara fyri javnrættindum hjá LGBT føroyingum, og fyri at leggja fram uppskot fyri Føroya Løgting um dagføring av hjúnabandslógini, so samkynd eisini kunnu giftast borgarliga í Føroyum – eins og í øllum øðrum Norðurlondum. Vegna hetta søguliga avrik, vilja LGBT Føroyar og limir tess fegin heiðra og takka tykkum fyri tað týdningarmikla arbeiði og tann dygga stuðul tit hava víst okkum. Hetta fara vit ongantíð at gloyma. Tykkara jaliga pláss í føroyskari søgu, er longu væl og virðiliga tryggjað! Drívið á!

