Tú kanst fáa samband við aðrar LGBT+’arar í Føroyum á ymiskan hátt. Eitt nú kann nevnast:
- Dáma LGBT+ Føroyar á Facebook og fylg okkum á Instagram.
- Kom á sosial tiltøk hjá LGBT+ Føroyum so sum filmskvøld, hugnakvøld, VERA (safe space fyri ung) og onnur tiltøk. Vit plaga eisini at hava jólaveitslu fyri LGBT+’arar millum jóla og nýggjárs.
- Melda teg í lukkaða bólkin hjá LGBT Føroyum á Facebook. Bólkurin er EINANS ætlaður sam- tví- og tvørkyndum+.
