5 teir bestu føroysku “samkyndu” sangirnir

Seinastu árini hava fleiri einstaklingar og tónleikabólkar, alment mannaðir við hinkyndum monnum, skrivað og spælt ymiskar føroyskar sangir um samkyndar menn. Og tað eru altíð menn. Higartil hevur eingin hinkyndur føroyingum víst samkyndum kvinnum sín tónleikaáhuga. LGBT Føroyar hevur gjørt ein lista yvir fimm teir bestu sangirnar.

Flestu sangirnir eru fyltir við fordómum og misskiltum stereotýpum um hvat og hvussu ein samkyndur maður er ella man vera. Summir sangir eru suttligari enn aðrir, og summir vísa størri virðing fyri LGBT-bólkinum enn aðrir. Hóast hetta, er meiningin góð nokk, og við tíðini fara allir hesir hinkyndum tónleikarnir uttan iva at verða betri kunnaðir og upplýstir um hvussu ymisk samkyndfólk eru, og hvussu lítið hesar stereotýpur hava at siga. Kanska fer onkur, enn tá at yrkja fyrsta sangin um samkyndar kvinnur.

Nr. 1

Muscleman-blað (200)

Uttan iva besti føroyski “samkyndi” sangurin higartil. Sangurin talar jaliga fyri rættindinum hjá samkyndum, og er eitt beinrakt mótspæl til mótstøðufólkini hjá LGBT rørsluni. 200 veit hvat teir tosa um, hava virðing fyri samkyndum, og venda gomlum stereotýpum á høvdi og síðani móti mótstøðufólkunum – og kanska serliga einum ávísum manni, sum er sera upptikin av samkyndum fólkum.

Nr. 2

Eg (Páll Finnur Páll)

Hóast hesin sangur er fyltur við gomlum og misvísandi stereotýpum, so vita vit øll, at talan er um ironi, og hetta ger sangin góðan og stuttligan. Eisini verður kynsligt samband millum menn viðgjørt uttan niðurgerð, og ein kann ikki læta vera við at elska ein sang, sum fær alt Føroya fólk at syngja við gleði um at “stinga hann í rumpuna”.

Nr. 3

Gay (Grandmas´ Basement)

Burtursæð frá, at eingin enn er “blívin” gay (vit eru fødd soleiðis), og at hinkyndir menn, ið eru tryggir við sín kynsleika, ikki fáa lyndi at spýggja, tá ið samkyndir menn ganga framvið, so meta vit, at sangurin og dreingirnir í Grandma´s Basement framvegis eru nokkso fittir og LGBT-vinarligir. Meiningin er góð nokk.

Nr. 4

Frensurin hjá Óla (Dynamit)

Hetta er ein “old school” sangur, har næstan hvør linja er tyngd við fordómum og minni jaligum stereotýpum. Summi halda hann vera stuttligan. Onnur eru ikki eins samd.

Nr. 5

Innari gjeikari  (Eg elski Føroyar – Kjartan)

Eins og “Kjartan” í sjónvarpssendingin “Eg elski Føroyar”, roynir hesin sangurin at halda mýtuni í lívi um, at allir samkyndir menn eru smáperversir. Altíð klárir at “umvenda” og gramsa á hinkyndum monnum, og kunnu ikki heilt stýra sær um ein hinkyndur maður er í nánd – líkamikið hvussu ljótur og ótiltrekkjandi hann er. Hóast sangurin er skrivaður sum skemt, so er hann ikki til gangs fyri fólk, ið longu eru óvitandi um samkynd. Det er en ommer! Tó skal “Kjartan” fáa rós fyri, at hann megnar at verja seg sjálvan, og ikki góðtekur órættvísi og mismun.

Shopping Cart
Scroll to Top

Discover more from LGBT+ Føroyar

Subscribe now to keep reading and get access to the full archive.

Continue reading

LGBT+ Føroyar
Privacy Overview

This website uses cookies so that we can provide you with the best user experience possible. Cookie information is stored in your browser and performs functions such as recognising you when you return to our website and helping our team to understand which sections of the website you find most interesting and useful. You can see our privacy policy here.