Dimmalætting skrivar:
Norðurlendski Mentanargrunnurin hevur játtað 100.000 krónur til eina framsýning í Føroyum við listarligum og vísindaligum lýsingum av norðurlendskum djórum, sum hava homo- og biseksuella atferð. Endamálið er at upplýsa almenningin um, hvussu vítt hugtakið »normalur seksualitetur« í roynd og veru er.
Norðurlendski Mentanargrunnurin hevur nú játtað meira enn sjey milliónir krónur til 69 mentanarverkætlanir, sum samstarva tvørtur um norðurlendsku landamørkini. Ein verkætlan er føroysk, og hon hevur fingið 100.000 krónur í stuðli.
Verkætlanin snýr seg um inklusión og margfeldni. Tað er felagsskapurin, LGBT Føroyar við Eileri Fagraklett á odda, sum hevur fingið pengarnar til at skapa eina framsýning, sum bjóðar tí fatanini av, sum sigur, at fólk sjálv kunnu velja, um tey vilja vera annað enn heteroseksuell.
Framsýningin er eitt bland millum list og vísindi, og hon letur upp 27. juli, tá føroyska Pride Parade eisini verður. Framsýningin verður um norðurlendsk djór, sum hava homo- og biseksuella atferð.
– Málið við verkætlanini er at upplýsa almenningin um teir ósonnu og alt ov einfaldu allýsingarnar av »normalari« seksuellari atferð og sostatt vaksa um tolsemið og stuðulin til føroyska LGBT-fólkið, stendur í tíðindaskrivi frá Mentanargrunninum.
Í alt hevur grunnurin játtað 7.476.000 krónur í hesum fyrsta játtanarumfarinum í ár.
Norðurlendski Mentanargrunnurin játtar umleið 27 milliónir krónur árliga, sum skulu fremja og stuðla mentanarligum samstarvi í Norðurlondum. Í 2012 ber aftur til at søkja um stuðul 1. september og 1. oktober upp í 500.000 krónur.
Lesið meira á http://www.nordiskkulturfond.org.
Dimmalætting © 2012

