Dennis Agerblad syngur Tóroddur Poulsen
Í ár fingu vit nýggja tvífløgu frá Føroya yndis trash-queen, Dennis Agerblad. Fløgan fekk heitið “DENNIS AGERBLAD sings Tóroddur Poulsen. “Málhøvd” er heiti á tí Føroysku útgávuni, meðan “Sproghoved” er danska útgávan. Hvør fløga hevur 12 yrkingar eftir Tóroddi Poulsen, sum Dennis Agerblad síðani hevur sett tónleik til.
Grandma´s Basement eru nokkso gay
Nakrir ungir klaksvíksingar íbólkinum Grandma´s Basement, lótu nýtt videolag úr hondum í 2011. Talan var um lagið “Gay”, sum vísti okkum, at samkynd ikki longur eru eitt taboo evni millum ungar føroyingar. Hinvegin vísti lagið eisini, at hinkyndir føroyingar framvegis hava ein hóp at læra um sínar samkyndu grannar. Ummælarin á Lgbt.fo skrivaði soleiðis um videolagið: “Burtursæð frá, at eingin enn er “blívin” gay (vit eru fødd soleiðis), og at hinkyndir menn, ið eru tryggir við sín kynsleika, ikki fáa lyndi at spýggja, tá ið samkyndir menn ganga framvið, so meta vit, at sangurin og dreingirnir í Grandma´s Basement framvegis eru nokkso fittir og LGBT-vinarligir. Hóast teir eru SERA upptiknir av hvat onnur munnu halda um ein, so er meiningin er góð nokk.”
Øll hyggja at Mike
Mike Viderø var tónleikaaktuellur í 2011. Mike sang sína egnu útgávu av kenda sanginum “Hygg at mær” hjá bólkinum Nalja. Sangurin er skrivaður av Kára Jacobsen, sum eisini er kendur tónleikari og samkyndur. Lagið var eitt stórt útvarpshitt og var eisini útgivin sum stakfløga. Sangurin gjørdist m.a. nr. 1 á tónleikalistanum hjá Ekstra Bladet.
Í desmeber var Mike aftur aktuellur við stórum Queen-showi til jólaborðhaldið hjá Hotel Hafnia í hølinum hjá Dansifrøi. Queen-showið varð framført saman við Mike, Bjarna Lisberg og Chil.
Sonja hertekur Vaglið
Sum samskipari fyri Samtak, átók Sonja Jógvansdóttir sær ta ábyrgd, at royna at steðga ætlanini hjá samgonguni, um at innføra flatskatt og at skatta pensjónir áðrenn inngjald. Átøk, sum ikki fóru at gagna hennara limum í Samtak. Sonja stóð á odda fyri átakinum ”Hertak Vaglið”, ið umfataði eina stóra lýsingarherferð, fleiri mótmælisgongur, harímillum ein risastór á Vaglinum. Hon tosaði við øll, ið vildu lurta. Miðlar, fakfelagslimir, politikkarar o.s.fr. Undirskiriftir vóru savnaðar og veljararkanningar vóru gjørdar. Í síðsta enda valdi samgongan ikki at lurta eftir Sonju og hennara mongu limum. Tó kann man ikki taka frá Sonju, at hon gjørdi alt hon kundi fyri at vísa, hví allir veljarar ikki vóru samdir við samgonguni.
Annlis við góðum menniskjaligum tonkum
Annað árið á rað, stóð Annlis Bjarkhamar á odda fyri átakinum ”Í menniskjum góðum tokkum”. Við Annlis við róðurið megnaði átakið at savna meira enn 1,2 milliónir krónur til føroyskar familjur, ið ikki høvdu ráð at halda jól sum vit onnur. Arbeiðið hjá Annlis er púra ólønt, og hon og hennara hjálparfólk brúka í fleiri mánaðar alla sína tíð og orku til at vísa umsorgan og hjálpa sínum verri stadda næsta.
Keldur: Lgbt.fo og Facebook.com/lgbtforoyar





