Dimmalætting spyr Poul Michelsen um dagførda hjúnarbandslóg

Dimmalætting spyr í dagsins blaðið formannin í Framsøkn, Poul Michelsen, hvat hann heldur um, at felagsskapurin hjá teimum samkyndu vil hava sama rætt til hjúnaband sum onnur. Ja ella nei? Formaðurin svarar blaðnum  soleiðis:

Vit hava meldað út, at vit taka undir við skrásettum parlagi, og at vit taka undir við 266b. Tey rættindini skulu tey hava. Hjúnabandslógin gongur inn í kirkju-ritualini, og vit fara ikki inn at lóggeva í kirkjuni – tað kemur als ikki upp á tal.

Tá hjúnarbandslógin verður dagførd, og samkynd og hinskynd verða javnsett, ber til at áseta í hjúnarbandslógini, at kirkjur og samkomur sjálvar avgerða hvønn tey vilja gifta. Vit hesum verða tær ikki álagdar at gifta samkynd, men kunnu sjálvar avgerða tað.

Ynskir tú at hoyra meira um hetta og onnur politisk mál, kom so við til politiska valfundin hjá LGBT Føroyar í Hvonn mikukvøldið 12. oktober, kl. 19.30.

Shopping Cart
Scroll to Top

Discover more from LGBT+ Føroyar

Subscribe now to keep reading and get access to the full archive.

Continue reading

LGBT+ Føroyar
Farspor

Hendan heimasíðan brúkar farspor, so tín uppliving á heimasíðuni er so góð sum møguligt. Farsporsupplýsingar verða goymdar í netkaganum og kunnu brúkast til at kenna teg aftur, tá ið tú vitjar síðuna næstu ferð, og til at kanna, hvønn part av heimasíðuni tær dámar best. Les privatlívspolitikkin her.