Leygarkvøldið 17. september 2011 var fyrsta “Out Night” tiltakið uttanfyri Føroyar hildið í Keypmannahavn. Umleið 20 samkyndir føroyingar, har tey flestu eru búsitandi ella í lestrarørindum í Danmark, møttu til tiltakið. Byrja var á kaffistovuni Oscar, síðan var fari til CanCan og kvøldið endaði á Masken.
Tey uppmøttu vóru øll samd í, at kvøldið eydnaðist stak væl. Eingin ivi var millum fólk, at tiltakið skuldi endurtakast um ikki alt ov langa tíð. Fólk fegnast um at kunna møta øðrum samkyndum føroyingum og læra hvønn annan at kenna.
Tað eru meira enn 5 ár síðani samkyndir føroyingar síðst savnastu í Keypmannanavn. Hetta var í samband við stríðið um §266b. Tíbetur var høvi og kamarnir til tiltakið leygarkvøldið, munandi meira jaligir og lívsjáttandi enn fyri 5 árum síðani, tá ið framtíðin fyri føroysk samkynd sá munandi myrkari út enn hon ger í dag.
Næsta “Out Night” fyri føroyskar útisetar, verður í London fríggjakvøldið 23. september 2011 kl. 20.00 á Old Compton Street, Soho.







