Hege Dalen og Toril Hansen, ið eru samkyndar og liva saman, bjargaðu 40 ungum fólkum, tá ið tey royndu at rýma av Utøya, har Anders Behring Breivik drap í minasta lagi 77 aðrar ungdómar.
Hege Dalen og Toril Hansen vóru í gongd við at gera mat á einum campingstað hinum megna vatninum, har Utøya liggur, tá ið tær hoyrdu skríggj og skjótarí. Tær fóru tí beinanvegin í bát teirra, ið lá við vatnið, og silgdu út móti oyggini og royndu at bjarga so nógvum fólk sum gjørligt burtur úr vatninum. Báturin var ikki stórur, og tí máttu tær gera fýra túrar aftur og fram, meðan Anders Behring stóð á strondini og skeyt eftir teimum. Tær komu ikki til skaðar, men báturin varð raktur fleiri ferðir.
Mett verður, at umleið 40 fólk eru í dag á lívið, vegna dirvið og megnar arbeiðið hjá samkyndu Hege Dalen og Toril Hansen.

